Uttanlands

Corona-virus ávirkar oljuprísin

Oljuprísurin kavaði í morgun til undir 60 dollarar fyri tunnuna. Herfyri var hann omanfyri 70 dollarar

2020-01-27 12:03 Author image
Jan Müller

Álvarsligar hendingar, ið kennast sum hóttanir ímóti heimsfriðinum ella heilsustøðuni í heiminum, kunnu ávirka oljuprísin báðar vegir. Tað sóu vit herfyri, tá USA tók lívið av einum iranskum herovasta, og oljuprísurin fór upp í loft, og nú aftur, tá ein hervilig umfarsjúka hevur tikið seg upp í Kina og hevur fingið oljuprísin at fara beint øvugta vegin, nevniliga í botn.

Í morgun fór oljuprísurin undir 60 dollarar og skal ein høvuðsorsøkin vera Corona virussið, ið varð staðfest í Kina í farnu viku og sum nú hóttir við at gera um seg í øðrum londum við.

Tá Trumf forseti gjørdi av at taka lívið av einum tí hægsta herovastanum í Iran ávirkaði tað alt fyri eitt oljuprísin, sum eitt skifti var omanfyri 70 dollarar fyri tunnuna. Nú nakrar fáar vikur seinni er hann góðar 10 dollarar lægri. Orsøkin er Coronavirussið skriva altjóða miðlar. Hetta er tað lægsta í fleiri mánaðir.

Hóast Coronavirussið higartil hevur rakt eitt avmarkað tal av fólki, so er tað óttin fyri, at verulig umfarsjúka skal breiða seg og taka seg upp kring heimin, sum fær oljuprísin at lækka. Hann var í morgun 59,32 dollarar. Ein greinari sigur við Reuters, at eftirspurningurin eftir olju fer eftir øllum at døma liggja nakað lægri, til vit fara at síggja framstig í handfaringini av virussinum.

Men saudiarabiski orkuráðharrin, Abdulaziz bin Salman Al-Saud, ávarar um, at tað ikki er virussið, sum er atvoldin til lækkaðu oljuprísirnar. Hann sigur við Reuters, at marknaðurin er fyrst og fremst rikin av sera neiligu vónunum hjá íløgufeløgunum og vísir í hesum sambandi til Sars útbrotið í 2013, sum elvdi til stórt høvuðbríggj, tó at ávirkanin á oljuprísin var sera avmarkað. Og sjálvt um virussið skal gera enn meira um seg, so leggur orkuráðharrin dent á, at Opec hevur styrkina til at kunna tryggja ein støðugan oljumarknað. Sambært Energi Watch skerjir Opec í løtuni útboðið av olju við 1,7 mió. tunnur um dagin fram til mars fyri at stuðla undir prísin.