Uttanlands

Corona-virus fær oljuprísin at lækka munandi

Nærum øll framleiðsla og flutningur í Kina eru uppsteðgað og ávirkar tað av álvara oljunýtsluna og harvið oljuprísin

2020-02-04 12:45 Author image
Jan Müller

[object Object]

Oljuprísurin heldur fram við síni niðurgongd og er høvuðsorsøkin Corona-virus sjúkan, sum serstakliga ger um seg í Kina. Eftir stutta tíð er oljuprísurin lækkkaður við millum  15 og 20% síðani miðjan januar, tá Corona-virus varð staðfest, tann størsta lækkingin í eitt ár. Hetta hevur fingið framleiðandi oljulond til at rópa varskó. Umboð fyri OPEC londini og onnur oljuframleiðandi lond boða nú frá, at tey fara at viðgera støðuna á fundi í hesi vikuni, har tey skulu umrøða, hvussu tey kunnu stuðla oljuprísinum.

Oljuprísurin var í morgun 54,70 dollarar fyri tunnuna. Eitt skifti í januar rakk hann nærum 75 dollarum. Eygleiðarar siga, at um ikki Opec, sum umboðar 23 oljuframleiðandi lond saman við Ruslandi og øðrum, megna at lækka framleiðsluna aftur, so kann prísurin enda niðri á 50 dollarum. Tað vil serstakliga Saudi Arabia forða fyri.

Tað er fyrst og fremst steðgurin í framleiðsluni á nógvum verksmiðjum í Kina, sum ávirkar oljuprísin. Kina er heimsins størsti innflytari av olju við eini nýtslu uppá 14 mió. tunnum um dagin. Nú nógvar verksmiðjur hava latið aftur, og skúlar og almennir stovnar somuleiðis eins og allur flutningur er heilt steðgaður, er ikki brúk fyri so nógvari olju. Eisini nýtslan av brennievni til mongu flogførini, sum hvønn dag flúgva til og úr Kina, minkar fyri hvønn dag, sum flogfeløgini gevast við sínum rutum.

Tað var tíðindastovan Bloomberg, sum í morgun kundi siga frá, at dagliga oljunýtslan í Kina var minkað við 20%, sum er tað sama, sum Bretland og Italia brúka. Størsti kinverski framleiðarin av olju, Sinopec, sum staturin eigur, hevur avgjørt at minka sína framleiðslu við 600.000 tunnum um dagin, ella við 12%, sum er tað mesta seinastu 10 árini skrivar Bloomberg. Brádliga lækkingin í oljueftirspurningin skelkar orkuídnaðin og verður sagt, at slík støða er ikki sædd fyrr.

Støðan á oljumarknaðinum vísir, hvussu stóran týdning Kina hevur fyri heimsbúskapin, og at búskaparliga afturgongdin har ávirkar handilin í øllum heiminum. Kina er næststørsti búskapurin í heiminum og ein týðandi motorur í búskaparliga vøkstrinum. Ein og hvør negativ tilgongd í Kina fer við vissu at seta ringar í vatnið kring heimin. Í løtuni umrøða fleiri av heimsins størstu oljufeløgum støðuna og hvussu tey skulu steðga príslækkingini. Tað ljóðar, at Opec og Rusland umhugsa at lækka framleiðsluna við 500.000 tunnum um dagin ella uppaftur meira, aftrat teimum niðurskurðum í framleiðsluni, sum longu hava verið galdandi í fleiri ár.

Ongantíð síðani 1991 er eitt nýtt ár byrjað við so stórari príslækking sum í ár. Hon er uppá meira enn 16%.

[object Object]