Uttanlands

Danir rokna við grønum milliarda útflutningi eftir týska valið

Danskt vinnulív roknar við stórum nýggjum útflutningsmøguleikum, nú væntað verður, at ein komandi týsk stjórn fer at leggja seg á grønu kósina 

Danskt vinnulív roknar við øktum útflutningi av grønum orkuloysnum til Týskalands eftir valið

Danskt vinnulív roknar við øktum útflutningi av grønum orkuloysnum til Týskalands eftir valið

2021-09-28 12:05 Author image
Jan Müller

Eitt tað mest spennandi valið í Týskalandi eftir seinna heimsbardaga er av. Og úrslitið gjørdist, at CDU, kristiligu konservativu stjórnarflokkarnir undir leiðslu av Angela Merkel í samfull 16 ár, gjørdust taparin. SPD, sosialdemokratiski flokkurin, gjørdist vinnarin av valinum, tó at lítil munur var millum hann og CDU.

[object Object]

Olaf Scholz, formaðurin í SPD, verður helst nýggjur týskur kanslari eftir Merkel

Kortini verða Tey Grønu mett sum veruligi vinnarin av valinum, hóast hann ikki gjørdist eins stórur og hinir gomlu flokkarnir. Nú byrjar so arbeiðið at skipa eina meirilutastjórn, og her fáa Tey Grønu og Fríu Demokratarnir avgerandi  týdning. Teir verða tungan á vegskálini, uttan mun til hvør verður nýggjur týskur kanslari eftir Merkel.

Sum tað sær út í løtuni, so er tað formaðurin í SPD, sum fær møguleikan at skipa eina samgongustjórn saman við teimum grønu og fríu demokratunum. Hesir seinastu hava longu tikið stig til sínamillum samráðingar fyri at vita, hvørja støðu teir skulu hava til eina samgongu við SPD. 

Tað stendur greitt, at Týskaland við hesum valúrslitinum fer at vera nógv meira grønt. Tað verður eitt ultimativt krav frá teimum grønu, sum í valstríðnum m.a. søgdu frá, at tey fóru ikki at góðkenna eitt nú framtíðar gassnýtslu og heldur ikki at taka til takkar við royndum at fanga og goyma CO2 útlát til tess at fremja grønan orku- og veðurlagspolitikk. Tey vilja síggja grønar loysnir á øllum politiskum økjum og ikki bert tá talan er um umhvørvið. Um tey megna at fáa øll síni krøv/ynski ígjøgnum saman við SPD og FDP er so ein annar spurningur. Kortini verður mett, at Týskaland, hvør enn skipar stjórn,  fer at gerast nógv meira grønt eftir valið. 

[object Object]

Annalena Baerbock, forkvinnan hjá teimum Grønu, fer at fáa avgerandi ávirkan á týska orku- og veðurlagspolitikkin í eini nýggjari samgongustjórn. Flokkur hennara gjørdist stóri vinnarin av valinum, tó at hann ikki megnaði at gerast eins stórur og teir gomlu flokkarnir.

Týska valúrslitið fer at fáa stóran týdning fyri Evropa sum heild. Týskaland er høvuðsmotorurin í evropeiska búskapinum. Og tá vónar Danmark at kunna gera sær dælt av. Í Danmark sær vinnulívið longu fram til stórar møguleikar fyri at økja um útflutningin serstakliga av sonevndum “Cleantech” grønum vørum og tænastum.

Hetta er eitt øki, har Danmark liggur millum tey fremstu í heiminum, og roknað verður við, at við einum sterkum grønum flokki í komandi stjórn fara tiltøk at verða sett í verk, sum skulu fremja grøna orkuskiftið. Og hetta er nakað, sum danski ídnaðurin kann fáa sera stórt gagn av.

Týskaland hevur longu avgjørt at vera klimaneutralt í 2045 og at minka um útlátið við 65% í 2030. Og her er tað, at danski ídnaðurin kemur inn í myndina. Umheimurin hevur stóra virðing fyri mongu grønu loysnunum, sum danir hava skapt seinastu mongu árini, og her er ikki minst talan um vindorkuídnaðin, har Danmark liggur á odda í heiminum. 

Talan er tó ikki bert um at menna varandi orkuna. Undir valstríðnum løgdu allir flokkarnir dent á týdningin at fáa framt ábøtur og nýhugsan í risastóra byggisektorinum, soleiðis at framtíðar byggjarí í nógv størri mun verða gjørd við orkusparing í huga.