Uttanlands

Danska Klimaráðið vil steðga oljuleiting

-Tað er at spæla hasard við nógvum arbeiðsplássum og inntøkum sigur Dansk Metal

Frágreiðing hjá Klimaráðnum um at gevast við oljuvirksemi tekur als ikki hædd fyri mongu arbeiðsplássunum henda vinna skapar heldur Dansk Metal

Frágreiðing hjá Klimaráðnum um at gevast við oljuvirksemi tekur als ikki hædd fyri mongu arbeiðsplássunum henda vinna skapar heldur Dansk Metal

2020-06-04 14:50 Author image
Jan Müller

 

 

Síðani orðaskiftið um veðurlagsbroytingar og nýtsluna av olju og gassi av álvara tók seg upp fyri nøkrum árum síðani hevur framtíðin á danska landgrunninum verið í óvissuni. 

Serstakliga hava stuðulsflokkarnir hjá núverandi donsku stjórnini sett krøv fram um at steðga víðari leiting í danska partinum av Norðsjónum. Hetta hevur tó havt við sær mótmæli frá vinnuni, sum vísir á týdningin, ið oljuvinnan hevur fyri bæði arbeiðspláss og statskassan og orkutrygdina.

Seinasta útspælið í hesum nógv umrødda máli er ein nýggj frágreiðing frá danska “Klimaráðnum”, sum mælir til at gevast við leiting eftir olju og gassi.

Annars liggur í kortunum hjá myndugleikunum at lata upp fyri eini nýggjari útbjóðing til leiting, ta áttandu í røðini. Henda útbjóðing, sum varð lýst í 2018, var tó útsett av stjórnini, sum vildi gera eina kanning av øllum oljumálinum fyrst.

Nú kemur so frágreiðingin frá Klimaráðnum. Hon hevur sum vera man fingið misjavna móttøku. Partur av andstøðuni, sum telur stuðulsflokkarnar hjá stjórnini, tekur sera væl ímóti niðurstøðuni hjá Klimaráðnum og heitir á stjórnina um at fylgja henni. Harafturímóti halda umboð fyri vinnulívið og fakfeløg og her ikki minst myndugleikarnir í danska oljuhøvuðsstaðnum, Esbjerg, at sleppa oljufeløgini ikki at halda fram við sínum virksemi, sum m.a. er leiting, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar bæði fyri arbeiðspláss og fyri inntøkur til bæði land og kommunur. Eisini verður orkutrygdin hótt.

Í frágreiðingini frá Klimaráðnum, sum er óhefta ráðgevingin hjá donsku stjórnini, verður mælt til at gevast við bæði leiting og framleiðslu av olju og gassi í Norðsjónum. Ein av høvuðsgrundgevingunum fyri niðurstøðuni er, sambært Peter Møllgaard, formanni í ráðnum, at slík avgerð fer at styrkja trúvirðið í danska veðurlagspolitikkinum. Hann vísir til avgerðina hjá Danmark at minka útlátið frá vakstrarhúsgassum við 70% í 2030. Formaðurin viðgongur, at minking í donsku oljuframleiðsluni fer at hava við sær, at onnur lond fara at økja um sína framleiðslu. Kortini fer avgerð um at gevast við nýggjum oljuvirksemi í Danmark at hava við sær eina minking í samlaða CO2 útlátinum, stendur í frágreiðingini.

Í vinnulívinum og hjá fakfeløgunum verður ávarað um avleiðingarnar, sum niðurstøðan hjá Klimaráðnum kann fáa fyri bæði arbeiðspláss og inntøkur. Thomas Søby, búskaparfrøðingur hjá Dansk Metal, heldur, at politikararnir eiga at hava ein samlaða niðurstøðu uppá oljuleiting og oljuvirksemi og ikki bara vísa til avleiðingar fyri veðurlagið.

“Klimaráðið hyggur einans at týdninginum hetta kann hava fyri veðurlagið og tekur als ikki arbeiðspláss og økonomi við í sínar metingar,” sigur búskaparfrøðingurin.

Hann heldur tað vera at spæla hasard við donskum arbeiðsplássum og týðandi inntøkum til samfelagið, um stjórnin fylgir ráðgevingini frá Klimaráðnum.

Sum skilst hellur stjórnin tann vegin, at oljuframtíðin í Danmark eigur at byggja á eina samlaða vitan og fatan, sum olju- og gassframleiðslan hevur á alt tað danska samfelagið og í hvønn mun ein avgerð um at steðga virkseminum fer at hava á samfelagið sum heild. Eingin ivi er tó um, at júst hetta málið kann fáa avleiðingar fyri stjórnina so ella so. Tað ljóðar, at stjórnin ætlar at bíða við at taka eina avgerð fyrr enn eftir summarfrítíðina.

 

Keldur: DR, Energy Watch, Shipping Watch