Uttanlands

Danska Maersk Drilling skerjir 300 størv

Orsøkin: Koronavirus og metlági oljuprísurin

2020-04-24 16:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Bæði oljuprískreppan og koronakreppan hava stórar avleiðingar fyri oljuvinnuna. Fyri at sleppa undan at snara lykilin um hava fleiri fyritøkur tí valt at skerja starvsfólkahópin. Ein teirra er danska Maersk Drilling, har eisini nógvir føroyingar hava arbeitt gjøgnum árini. Fyritøkan sigur frá, at ætlanin er at siga upp millum 250 og 300 fólkum í Danmark, Norra og Bretlandi.

Av fyritøkum, sum eru veitarar til altjóða oljuvinnuna, eru tað fyrst og fremst borifeløgini, sum verða rakt. Og danska borifyritøkan er so bara ein av mongum. Nógvir sáttmálar, sum oljufeløg hava gjørt við borifyritøkur, eru antin uppsagdir ella útsettir. Og hetta hendir fyrst og fremst orsakað av koronasmittuni, sum hevur rakt eftirspurningin eftir olju og tænastum til oljuvinnuna, sera meint. Aftrat hesum kemur so tann metlági oljuprísurin, sum bara ger støðuna uppaftur verri.

Maersk Drilling var fyrr partur av stóra Maersk samtakinum men hevur staðið á egnum beinum seinastu árini. Fyritøkan leigar út boripallar og boriskip. Tað hevur ikki eydnast oljan.fo at fáa innlit í, hvussu mong starvsfólk verða uppsøgd í teimum ymsu londunum og heldur ikki, um føroyingar, sum hava arbeitt hjá fyritøkuni, eru uppsagdir.

Maersk Drilling hevur notið væl av tí nógva leitivirkseminum, sum hevur verið kring heimin í mong ár, men nú eru líkindini fyri leiting alt annað enn góð. Sum støðan er vorðin hætta oljufeløg sær ikki undir í løtuni at fara í gongd við boriverkætlanir. Støðan á marknaðinum hevur ávirkað donsku fyritøkuna so mikið, at marknaðarvirðið er lækkað við 66%.

placeholder