Uttanlands

Danska Maersk Drilling stórsáttmála í Afrika

Skal bora leitibrunnar í Ghana fyri oljufelagið Tullow Oil fyri 2,3 mia. kr

2021-04-08 13:25 Author image
Jan Müller

Um nærum somu tíð sum danska stjórnin bannar nýggja oljuleiting í Norðsjónum, hava danskar oljuveitarafyritøkur eydnuna við sær í Afrika og skulu til at leita eftir olju har.

Nú um dagarnar hevur danska borifelagið “Maersk Drilling” gjørt ein fýra ára sáttmála við bretska oljufelagið Tullow Oil um at bora brunnar fyri 2,3 mia. kr. í Ghana. Tað verður  serútgjørda boriskipið “Mærsk Venturer”, ið tekur sær av at bora á sera stórum dýpum, sum skal bora eftir nýggjum oljugoymslum út fyri strondina í afrikanska landinum Ghana.

Herfyri tryggjaði Maersk Drilling sær ein sáttmála í Malaysia fyri nærum 300 mió. kr., har tað skal bora fýra brunnar samann við Shell við møguleika at bora fimm brunnar aftrat. Um somu tíð hevur felagið tryggjað sær sáttmála bæði í Norra og Suðurkorea.

Nógva aðrastaðni kring heimin, aðrastaðni í Afrika, í Suðuramerika og í Asia, verða stórar íløgur gjørdar í oljuleiting og útbyggingar.