Uttanlands

Danska Ørsted 120 mia. kr í skotska vindorku

Skotland raðfestir vindorkuútbyggingar til havs høgt og ætlar at vera leiðandi á hesum øki í øllum heiminum

2021-10-04 10:59 Author image
Jan Müller

Menningin av vindorkuni í okkara næsta grannalag, Skotlandi, gongur skjótt. Alsamt fleiri stórar fyritøkur vilja vera partur av útbyggingini av vindorkuni út fyri skotsku strendurnar eins og í Onglandi. Myndugleikarnir raðfesta vindorkuframleiðslu til havs høgt og skulu útbjóðingar av havøkjum til nýggjar vindmylnulundir verða við til at skunda undir grøna orkuskiftið.

Millum mongu feløgini, sum bjóða seg fram at vera við til at menna vindorkuna í Skotlandi er eisini danska Ørsted, sum er ein av heimsins størstu framleiðarum av varandi orku, her serstakliga vindorku.

Felagið hevur júst lagt inn boð uppá fimm nýggj loyvi til vindorku í ScotWind útbjóðingini, trý einsamalt og tvey saman við øðrum og sigur í einum úttalilsi, at um felagið fer at fáa fleiri av loyvunum, so fer tað at brúka einki minni enn 100-120 mia. kr. til flótandi havvindmyllur. Ørsted ætlar at seta upp bæði fastar og  flótandi vindmyllur til havs, sum skulu kunna framleiða 8.8 gigawat.

Hjá Ørsted eru tey sera spent, nú avgerð verður tikin, hvør fær loyvini í økinum. Loyvini verða latin í januar næsta ár. Ørsted og feløgini, sum tað arbeiðir saman við, hava við í sínum ætlanum at brúka og menna skotskar havnir til at byggja út infrastrukturin til havs eins og gera brúk av skotsku veitaravinnuni. Verða umrøddu útbyggingar veruleiki, verður Skotland tað landið í heiminum, sum fer at ganga á odda innan vindorku til havs.

Duncan Clark, sum stendur á odda fyri Ørsted í Bretlandi, sigur, at Skotland uttan iva eigur best egnaðu økini til vindorkuframleiðslu í heiminum. ScotWind útbjóðingin hevur stóran týdning fyri at gera menningina av vindorkuframleiðslu til veruleika. Henda fer at varpa ljós á Skotland sum heimsins fremsta land innan vindorku til havs. Og tað fer at skapa nógv nýggj arbeiðspláss og  vera við til at fremja tað grøna skiftið.

Mr Clark leggur aftrat, at Ørsted er leiðandi felagið í heiminum innan menning og útbygging og rakstri av vindorku til havs. Skotska stjórnin hevur sett sær sum mál, at landið skal hava bygt út vindorkuna til 11GW í 2030.

Ørsted, sum vit eisini kenna frá tí upprunaliga oljufelagnum DONG, hevur ment seg til at vera eitt av teimum størstu orkufeløgunum í heiminum innan varandi orku. Tað er fremst innan havvindorku við 27 ymsum framleiðslustøðum í Evropa, USA og í Asia. Umframt at vera mest virkið til havs hevur felagið eisini fingið fleiri vindorkuloyvi á landi í Skotlandi. Á sjónum eru longu Hornsea 2 út fyri strondini í Yorkshire, sum fer at vera heimsins størsta vindmylnulund til havs í heiminum, tá hon er liðug útbygd. Ørsted hevur annars sett sær fyri við sínum mongu útbyggingum og loyvum komandi 10 árini at gerast leiðandi í heiminum innan grøna orku. Við sínum stóru íløgum í vindorku í Skotlandi ætlar Ørsted at vera við til at fremja grøna orkuskiftið í Skotlandi og minka um CO2 útlátið so skjótt tilber.

Ørsted hevur eisini ætlanir um at menna aðrar varandi orkukeldur í Skotlandi so sum vetni. Til tess skal felagið brúka nakað av streyminum  frá komandi vindorkulundum út fyri Skotland.

Felagið arbeiðir longu við vetnisverkætlanum í bæði Bretlandi og á evropeiska meginlandinum. Hesar skulu hjálpa til við at avloysa kol, olju og gass innan sjóvinnuna, flutning sum heild og innan stáløkið. Ørsted sigur í einum úttalilsi, at tað sær fram til at hjálpa Skotlandi at kunna fáa ágóðan av einum nýggjum ídnaði, sum í 2045 kann hava eitt virði uppá 250 mia. kr. um árið í landsins búskapi.

(Lesið eisini aðra grein um sama mál á oljan.fo leygardagin.)