Uttanlands

Danska stjórnin útsetir avgerð um nýggj oljuleitiloyvi

Vil fyrst kanna avleiðingarnar, sum ein nýggj útbjóðing hevur á veðurlagið og búskapin

Oljan í Norðsjónum hevur havt alstóran týdning fyri Danmark. Nú skal stjórnin taka støðu til, um nýggj leiting skal steðgast ella halda fram. Hon vil hava meiri tíð til at byggja eina avgerð á.

Oljan í Norðsjónum hevur havt alstóran týdning fyri Danmark. Nú skal stjórnin taka støðu til, um nýggj leiting skal steðgast ella halda fram. Hon vil hava meiri tíð til at byggja eina avgerð á.

2020-01-20 16:01 Author image
Jan Müller

 

Eftir nærum hálvthundrað ár við eini oljuvinnu, sum hevur gjørt Danmark óheft av innfluttari olju, skal stjórnin nú fyri fyrstu ferð til at taka støðu til, um hon skal halda fram við at lata nýggj leitiloyvi ella steðga eini nýggjari útbjóðing. Danski orku- og umhvørvismálaráðharrin, Dan Jørgensen ger nú greitt, at stjórnin er ikki tilreiðar at taka støðu í málinum. Tað má kannast betri sigur hann. Tað hevur fingið umboð fyri stuðulsflokkarnar á Fólkatingi at finnast at stjórnini, tí teir meta, at henda útsetanin bara er tekin um, at stjórnin als ikki ætlar at gevast við oljuleitingini.

Avgerðin krevur betri grundarlag at verða mett út frá umframt meira tíð. Serstakliga eru tað avleiðingarnar á veðurlagið og búskapin, sum hevur fingið stjórnina at útseta avgerðina.

Áttanda útbjóðingarumfarið í Norðsjónum fer at geva oljufeløgum rættin til at leita og framleiða olju og gass í danska partinum av Norðsjónum fram til miðskeiðis í 2050 unum. Fleiri feløg hava sambært Berlingske Tidende longu søkt um loyvi at leita og útvinna kolvetni. Sambært Dan Jørgensen er tað enn ov tíðliga at siga við vissu, hvussu nógv tíð fer at ganga, til stjórnin fer at taka støðu í málinum.

Umboð fyri Radikala flokkin eru ímóti, at stjórnin bíðar við avgerðini. Sama er Greenpeace, sum vísa á, at inntøkurnar frá eini nýggjari útbjóðing eru sera avmarkaðar. Eisini bera tey ótta fyri, at Danmark kann koma at standa við endan, tá uppruddingin skal fara fram.