Uttanlands

Danska stjórnin við uppskoti um orkuoyggjar

Og vil skunda undir grønar orkuloysnir so sum at skifta út oljufýrar við elriknar jarðhitaloysnir

Dan Jørgensen, sum stendur á odda fyri grønu umleggingini hjá donsku stjórnini, leggur uppskot fram um orkuoyggjar, sum skulu framleiða vindorku í stórskala.

Dan Jørgensen, sum stendur á odda fyri grønu umleggingini hjá donsku stjórnini, leggur uppskot fram um orkuoyggjar, sum skulu framleiða vindorku í stórskala.

2020-05-22 17:21 Author image
Jan Müller
placeholder

Eitt av krøvunum frá stuðulsflokkunum hjá nýggju donsku sosialdemokratisku minnilutastjórnini, tá hon kom til í fjør, var at seta í verk víttfevnandi stig fyri at minka munandi um útlátið av CO2. Síðani hava fleiri uppskot verið frammi um, hvussu hetta kann gerast og sum fevna um alt frá at gevast við oljuleiting í Norðsjónum til at leggja um landbúnaðarframleiðsluna. So kom korona, og flestu av uppskotunum vórðu fyribils løgd á hillina. Nú landið er við at lata uppaftur hoyrast aftur krøvini til ein nýggjan og virknan veðurlagspolitikk.

Herfyri gjørdi danski umhvørvis- og veðurlagsráðharrin, Dan Jørgensen greitt, at ein byrjan til at seta tiltøk í verk fyri at minka um CO2 útlátið er at stuðla broytingini frá oljufýri til jarðhita og at fáa fleiri donsk húsarhald at leggja um til elrikna grøna orku. Til hetta endamálið hevur stjórnin ætlan um at brúka 2,3 mia. kr. Í dag eru 80.000 oljufýr í Danmark og 380.000, sum verða rikin við gassi. Sambært ætlanini skulu 20.000 til 40.000 oljufýr leggja um og 50.000 til 80.000 umleggja til grøna orku í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2040. Henda ætlan skal tryggja eina minking í CO2 uppá 0,7% um árið. Síðani kom næsta útspælið frá stjórnini, ið snýr seg um at skipa tvær sonevndar orkuoyggjar í Danmark innan 2030.

Ætlanin er at Bornholm skal vera ein av hesum oyggjunum. Danmark fer við hesi ætlan at vera fyrsta landið í heiminum, sum fer undir eina størri útbygging við havvindi, har farið verður frá havvindmylnulundum til orkuoyggjar. Tann eina av orkuoyggjunum skal liggja í Norðsjónum og framleiða 2GW men kunna byggja út til 10GW uppá longri sikt. Hin skal liggja nærhendis Bornholm og hava samband við bæði Sæland og Póland og kunna framleiða 2GW. Haraftrat skal Bornholm gerast til eina orkuoyggj upplýsir danska fíggjarmálaráðið og leggur aftrat, at tey 4GW frá báðum orkuoyggjunum er tvífalt tað, sum í dag verður framleitt á høvnunum kring Danmark.

“Við at seta á stovn heimsins fyrstu orkuoyggjar, seta vit hol á eina heilt nýggja tíð í danska vindævintýrinum, sigur Dan Jørgensen. Sum vera man eru tey á Bornholm sera fegin um útspælið frá stjórnini um at gera teirra oyggj til heimsins fyrstu orkuoyggj.

Hóast ætlanin verður væl móttikin, so fær hon eisini atfinningar, tí hon inniheldur ikki eina hækking í CO2 avgjaldi, nakað, sum fleiri av stuðulsflokkunum hava kravt. Til hetta sigur Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, at koronakreppan hevur voldt nógvar trupulleikar, sum hava kostað mong arbeiðspláss, og nógvar fyritøkur hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. So tað er ikki rætta tíðin til at koma við CO2 avgjaldi nú sigur ráðharrin. Kortini er stjórnin tilreiðar til seinni at hyggja eftir hesum avgjaldinum. Men her og nú verður eingin kollvelting leggur hann aftrat.

Viðmerkingarnar frá andstøðu og stuðulflokkum eftir útspælið frá stjórnini er sum heild negativt, tí flokkarnir halda ikki, at stjórnin fer nóg langt í royndunum at minka um CO2 útlátið innan 2050 frá bæði olju og gassi og frá vinnum sum landbúnaðinum.

placeholder