Uttanlands

Døpur veðurlagsfrágreiðing frá ST

Meira ferð má setast á tiltøk til tess at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum skulu vit forða fyri teimum ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum

Vit fara at uppliva fleiri ódnir av sama slag sum Harvey í 2017, ið gjørdi ómetaliga stóran skaða.

Vit fara at uppliva fleiri ódnir av sama slag sum Harvey í 2017, ið gjørdi ómetaliga stóran skaða.

2021-08-10 09:56 Author image
Jan Müller

Í gjár kom út nýggjasta frágreiðingin frá veðurlagsnevndini hjá ST, eisini nevnd IPCC.  Hon er tann mest umfevnandi og eisini daprasta av sínum slag síðani seinastu stóru frágreiðingina frá 2013. Tær 3000 síðurnar viðgera broytingarnar í veðurlagnum og avleiðingarnar av hesum. Og niðurstøðan er sera døpur. Uttan mun til hvat heimsins lond megna at seta í verk av tiltøkum til tess  at steðga  hitavøkstrinum  og harvið útlátinum av vakstrarhúsgassum, so eru broytingarnar í veðurlagnum longu so umfevnandi, at vit fara at síggja fleiri og ógvusligari náttúruvanlukkur komandi nógvu árini - oftari og oftari. Og tað kring allan heimin. Onkunstaðni verða tað eldibrandar, sum fara at gera um seg,  og aðrastaðni vera tað vatnflóðir, sum bara blíva verri og verri.

Frágreiðingin staðfestir, at ein týðandi orsøk til veðurlagsbroytingarnar stavar frá  mannaávum. Meðan man higartil hevur hildið, at til ber at steðga hitavøkstrinum til 1,5 stig í 2040-unum, so vísir nýggja frágreiðingin, at vøksturin í hitanum fer at yvirhála málið longu í 30-unum. Hetta uttan mun til tey tiltøk vit megna at  seta í verk til ta tíð. Tí hevur tað uppaftur meira skund at minka um útlátið skjótari enn higartil hildið. 

Og hetta fer at hava við sær álvarsligar avleiðingar, eitt nú fyri vatnstøðuna í heimsins høvum. Møguleiki er fyri, at høvini fara at hækka við einum hálvum meturi móti endanum av hesi øldini fyri ikki at siga við einum meturi ella uppaftur meira vil illa til. Eitt nú kann hitavøksturin fáa ísin í Arktis og Antarktis at bráðna so skjótt, at fleiri øki kring heimin við milliónum av íbúgvum fara at standa undir í vatni.

Serstakliga verður eitt vakið eygað hildið við gongdini í Grønlandi, har innlandsísurin bráðnar og størri og størri partur av honum hvørvur fyri hvønn dag, sum fer. Òtti er fyri, at henda bráðningin bráddliga skal taka dik á seg við óhugnaligum avleiðingum fyri ikki minst oyggjalond kring heimin.

ST nevndin sigur, at veðrið broytist skjótari enn higartil hildið.  Og taka heimsins tjóðir ikki støðuna í størsta álvara kunnu vit uppliva ein hitavøkstur móti endanum á øldini, sum liggur um 4 og entá 5 stig. Hagtøl fyri hesi seinastu fýra árini vísa, at støðan hevur ongantíð hevur so ring við alsamt fleiri og fleiri náttúruvanlukkum síðani tíðini undan ídnaðarkollveltingini.

Hóast døpru útlitini og niðurstøðurnar, so ger frágreiðingin eisini greitt, at kunnu øll heimsins lond semjast um og finna ítøkiligar loysnir, sum minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og her serstakliga frá fossilum brennievnum, so kunnu vit forða fyri, at avleiðingarnar, sum vit við verandi gongdini ikki sleppa undan, ikki vera so ógvusligar, sum greiningarnar benda á.

ST frágreiðingin er ein ávaring til heimin, og fer hon at vera grundarlagið undir stóru altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í november, tá umboð fyri 196 tjóðir fara at luttaka og teirra millum ovastu leiðararnir í heiminum.

Høvuðsspurningurin, sum varð viðgjørdur og samtyktur á veðurlagsstevnuni í París í 2015, snúði seg um, hvat skal gerast fyri at røkka málinum við einum hitavøkstri niðanfyri 1,5 stig í 2050. Stóri spurningurin á ráðstevnuni í Skotlandi í næstum er, hvussu øll heimsins lond fremja ítøkilig tiltøk til tess at røkka hesum máli. Ætlanir einsamallar eru ikki nóg mikið. Nú er neyðugt við eitt nú lóggeving, sum munar nakað, staðfestir veðurlagsnevndin hjá ST.

Stóri spurningurin, sum fleiri seta sær undan ráðstevnuni, er, hvussu heimsins størsti útlátari av vakstrarhúsgassum, Kina, við einum triðingi av øllum útláti í heiminum, megnar og vil liva upp til málini saman við øðrum stórum londum, sum eisini standa fyri nógvum útláti. Og tí fer spurningurin um framtíðar kolanýtsluna at fylla nógv á ráðstevnuni í Skotlandi – saman við nýtsluni av olju og gassi.

Ein av mest týðandi niðurstøðunum hjá ST nevndini er, at øll heimsins lond skunda undir tiltøkini at minka um útlátið - skjótari enn higartil sett út í kortið.