Uttanlands

Drápið av iranskum herovasta ávirkar oljuprísin

Oljuprísurin nærkast 70 dollarum fyri tunnuna, nú USA hevur tikið lívið av ovasta iranska herovastanum

Iranski herovastin, sum doyði undir amerikanskari atsókn í Bagdad, triðjur frá høgru.

Iranski herovastin, sum doyði undir amerikanskari atsókn í Bagdad, triðjur frá høgru.

2020-01-03 13:35 Author image
Jan Müller

Drápið av iranska herovastanum og einum tí ovasta persóninum í leiðsluni í Iran, Qassem Soleimani, hevur ávirkað oljuprísin so mikið, at hann hækkaði við nærum trimum prosentum í morgun.

Tað var ein amerikonsk atgerð, sum tók lívið av irananum, og hóttir iranska stýrið nú við herviligum hevndaratsóknum. Eygleiðarar gita, at hendingin kann eisini fáa avleiðingar fyri oljuferðsluna í Hormuz-sundinum og annars á oljuframleiðandi lond, sum standa USA nær, eitt nú Saudi Arabia. Oljuprísurin nærkast 70 dollaraum fyri tunnuna, nú eftir amerikansku atsóknina.