Innanlands

Dyrnar til oljuleiting í Føroyum og Bretlandi lata helst upp í hesi vikuni

Útbjóðingar til oljuleiting bæði í Føroyum og Bretlandi lata upp sama dag

Fyribils kort, sum vísir 5. útbjóðing til oljuleiting og framleiðslu í Føroyum saman við 32. útbjóðing í Bretlandi. Vit síggja, at bretar hava valt at bjóða út øki allan vegin framvið markinum (violett). Reyðu, ljósabláu og myrkabláu økini eru loyvi latin í 29. 30. og 31. útbjóðingunum seinastu árini. Við hesum nýggja háttinum at bjóða út kunnu oljufeløg søkja um loyvi bretsku megin markið og samstundis søkja um øki hinumegin marki í føroyskum øki. Kort Oil and Gas Authority

2019-07-08 17:46 Author image
Jan Müller

Tað er nú greitt, at nýggja 5. útbjóðingin til oljuleiting við Føroyar, helst letur upp seinni í hesi vikuni.  Sama dag verða dyrnar eisini latnar upp til ta 32. útbjóðingina til oljuleiting í Bretlandi. Frá upplatingardegnum kunnu altjóða oljufeløg søkja um loyvi at leita eftir olju og gassi í tí stóra økinum millum Hetland og Føroyar, sum eisini verður kallað Atlantsmótið. 

[object Object]

Útbjóðingarnar lata so aftur fýra mánaðir eftir tað tvs. í fyrru helvt av november. Síðani ganga nakrir mánaðir ella upp til eitt hálvt ár til at viðgera umsóknir og lata loyvi, sjálvandi alt eftir, hvussu nógvar umsóknir verða.

Tað áhugaverda við hesum báðum útbjóðingunum er tann sannroynd, at hetta er fyrstu ferð, at oljufeløg kunnu bjóða uppá leitiøki í tveimum ymsum grannalondum samtíðis og í stóran mun í sama øki og undir somu treytum.

[object Object]

Henda samskipan av útbjóðingum er úrslitið av einum konstruktivum samskifti og dialogi millum føroyskar og bretskar myndugleikar. Nú oljuleiting og framleiðsla á bretska landgrunninum seinastu árini hevur otað seg longur og longur vestureftir, og í dag er nærum áføst í føroyska markið millum londini, hava Jarðfeingi og starvsfelagarnir á bretska Oil and Gas Authority sæð møguleikan fyri samstarvi um framtíðar útbjóðingar.

Oljufeløg, sum hava gjørt fund bretsku megin markið, og sum vilja gera fleiri íløgur í økinum, síggja nú føroyska grannaøkið sum eitt møguligt framhald av longu gjørdum fundum ella leitimiðjum í undirgrundini. Tey ásanna, at jarðfrøðin steðgar ikki við politisk mørk og er vanliga hugsanin, at nú so nógv olja og gass eru funnin bretsku megin markið, so má eisini vera nakað at finna hinumegin. Hetta er so eisini ein av grundgevingunum hjá myndugleikunum báðum fyri at samskipa komandi útbjóðingar.