Uttanlands

Eftirspurningur eftir olju fer at vaksa aftur

Stjórin í IEA, altjóða orkustovninum, ivast ikki í, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa aftur til tað hann var undan korona

Skal umleggingin frá fossilari til grøna orku veruliga muna nakað í kjalarvørrinum á korona, so mugu heimsins stjórnir taka víttfevnandi avgerðir at stuðla orkuskiftinum heldur stjórin í IEA

Skal umleggingin frá fossilari til grøna orku veruliga muna nakað í kjalarvørrinum á korona, so mugu heimsins stjórnir taka víttfevnandi avgerðir at stuðla orkuskiftinum heldur stjórin í IEA

2020-05-26 17:33 Author image
Jan Müller

Tað er einki, sum bendir á, at verandi avleiðingar, sum koronasóttin hevur á eftirspurningin eftir olju, fara at halda fram og hava við sær minni nýtslu av fossilum brennievnum komandi árini.

Hetta skriva Bloombeg News sambært úttalilsum frá stjóranum í IEA, Altjóða orkustovninum, Fatih Birol. Hann tekur harvið vónina frá teimum, sum hava sæð fram til, at koronakreppan fór at hava við sær eina varandi umlegging til grøna orku. Birol sigur, at útlit eru til, at eftirspurningurin eftir olju fer at hækka aftur til tað hann var undan korona og helst uppaftur meira.

Til teirra, sum hava vónað, at korona fór at hava við sær eina veruliga og støðuga broyting frá fossilari orku til grøna orku, sigur Birol, at henda broyting verður bert fyribils.

Í fjør var nýtslan av olju 100 mió. tunnur um dagin, og í ár verður hon mett at verða 91 mió. tunnur. Sohvørt gongd kemur aftur á samfelagshjólini fer tað eisini at ávirka eftirspurningin eftir olju.

Skal eitt verulig skifti fara fram til eina grønari framtíð, so má meira til enn ein koronasótt. Og her sipar Birol til politiskar avgerðir. Einans tiltøk, sum stjórnir semjast um at taka, um at brúka part av ovurstóru hjálparpakkunum til grønu umleggingina, kunnu broyta gongdina frá fossilari til meira grøna orku sigur stjórin í IEA sambært Bloomberg.