Innanlands

Ein dreymur gongur út - at koma til Føroya við skipinum

Tað eru bæði manning og arbeiðsgevari á einum máli um: at einki kundi vera betri enn at koma heim til Føroya á páskum við skipinum á fyrstan sinni

Stásiliga frálandsskipið

Stásiliga frálandsskipið "Stril Merkur", sum verður útgjørt og umsitið í Havnini, her fyri fyrstu ferð í Føroyum fyri at skifta manning. Mynd Sverri Egholm.

2020-04-09 10:50 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Stril Merkur leggur at á Molanum í Havn. Mynd Jan Müller/oljan.fo


Fyri teir 13 føroysku sjómenninar umborð á norska veitingarskipinum “Stril Merkur” hava hesir fyrstu dagarnir í páskavikuni verið sannir gleðisdagar, sum verða seint gloymdir. Hóast skipið hevur verið teirra arbeiðspláss nú í mong mong ár, so hava teir ikki roynt tað áður - at koma heim til Føroya við skipinum og vísa tað fram fyri arbeiðsgevara, familju og øðrum.

[object Object]

Heðin Magnussen, skipari á Stril Merkur,  hevur fingið eygað á síni kæru á Molanum í Havn. Mynd Jan Müller

Stril Merkur er nærum 10 ára gamal og hevur røkt mangar stórar og avbjóðandi uppgávur á norska landgrunninum, síðani hann við føroyskari manning burturav kom undir føroyskt flagg í 2014. Nú koronasóttin ger um seg er ein av stóru dreymunum hjá bæði manning og arbeiðsgevara øll árini gingin út, nevniliga at kunna leggja at bryggju í heimstaðnum Tórshavn og her fara í land at møta síni kæru. Hetta gevur nakrar heilt aðrar kenslur enn at skula fara heim við flogfari.

[object Object]

Tær gleða seg at síggja pápa og mann aftur. Hann er skipari á Stril Merkur. Mynd Jan Müller

Og ein av teimum, sum setir sera stóran prís uppá, at hetta loksins lat seg gera, er skiparin Heðin Magnussen.

“Hetta hevur verið mín dreymur øll árini, og nú er hann gingin út. Og hvør veit, hetta verður kanska heldur ikki seinastu ferð”, sigur hann og sipar til, at reiðaríið vónandi fer at fáa íblástur av hesi góðu avgerð og endurtaka hana í framtíðini aftaná korona, og hvør veit, harvið kanska eisini at fáa eina uppaftur meira nøgda manning. Teinurin at sigla til Føroya at skifta manning er ikki so nógv longri enn tann til norska havn.

[object Object]

Stril Merkur á søguliga ferð til Føroya. Mynd Jan Müller

Stril Merkur kom á Havnina mánadagin um fimmtíðina beinleiðis av oljufeltinum í Norðsjónum. Oljufelagið Equinor tók væl ímóti áheitan frá útgerðarfelagnum í Havn, “Tor Shipping”, um at royna eitt øðrvísi manningarskifti hesaferð, hetta ikki minst orsakað koronasmittuna. Tað var tó mikudagin fyrrapart, at óvanliga manningarskiftið fór fram. Teir 13 føroysku sjómenninir umborð komu í land á Vónabryggjuni, har teirra kæru vórðu komin fjølment at taka ímóti, meðan 13 aðrir úthvíldir sjómenn søgdu sínum kæru farvæl og fóru umborð á nýggjan túr. Hetta hendi í besta sólskinsveðri. Umleið kl. 17.30 legði so Stril Merkur aftur frá landi við kós móti Tampen leiðini á norska landgrunninum.

[object Object]

Stril Merkur er sera væl útgjørdur til bjarging.

Nærum 10 ára gamalt
Stril Merkur er bygt í Spania í 2011. Tað kom undir føroyskt flagg í 2014, og øll manningin uppá 26 (13+13) er føroysk. Skipið er eitt sokallað "Field Support Vessel" (FSV) og liggur nógv standby og ansar eftir pallum og sjóøkjum.

Heðin Magnussen, sum hevur verið við skipinum øll árini, er ómetaliga fegin um hetta sera vælútgjørda skipið. Tað er sera væl útgjørt til at taka nógv fólk umborð, skuldi eitt óhapp verið. Teir kunnu taka 370 yvirlivandi umborð. Skipið hevur eisini tyrlupall, so ein tyrla kan seta seg har, um teir koma eftir bjargaðum fólkum, og eisini koma umborð við fólkum, um ein støða verður.

[object Object]

Stórur tyrlupallur ger skipið vælegnað til nógvar ymiskar uppgávur.

"Vit eru eisini væl útgjørdir at taka olju upp úr sjónum við einari stórari oljulensu v.m. Harafturat hava vit sleipispæl at sleipa t.d. tangaskip burtur, um tey liggja og lasta á feltinum og fáa black-out á maskinarí. Og vit eru eisini útgjørdir við útgerð at kobla tangaskip upp á feltinum, tá tey koma at lasta frá einum palli. Vit hava eisini eitt rímuliga stórt dekk at sigla dekkslast. Og til seinast hava vit eisini ein ROV umborð, sum kann kanna ymiskt á botninum fyri kundan,” greiðir Heðin frá.

Skipið hevur ein vanligan skjóttgangandi MOB bát og harafturat ein stóran dótturbát (FRDC), ið stendur á einum drátti í hekkuni. Drátturin er gjørdur so, at dótturbáturin kann sleppast út úr hekkuni og ger hetta, at báturin kann nýtast í verri veðri enn vanligir bátar. Drátturin er eisini gjørdur til at taka bjargingarbátar frá pallunum upp í. Skipið er eisini útgjørt til at taka sergjørdar bjargingarbátar til kavarar, ið sita undir trýsti, inn. Somuleiðis er skipið eisini útgjørt til at skløkkja eld á øðrum skipum og pallum. Hetta verður gjørt við FIFI kanónum, ið klára at spræna 8400 m3 av sjógvi um tíman. So talan er um eitt sera fjølbroytt og alsidugt skip.

Stril Merkur arbeiðir í løtuni fyri Equinor (fyrrv. Statoil) í Norra og er mest á Tampen og Troll/Oseberg leiðunum.

Heðin Magnussen sigur, at teir umborð hava í nógv ár tosað um, at tað hevði verið stuttligt at sloppið til Føroya onkuntíð við skipinum - at vísa merkið og nú bar so til.

"Stuttligari hevði tó verið, um vitjanin varð í vanligum tíðum, og vit kundu bjóðað familju og almenninginum umborð at síggja skipið,” leggur skiparin aftrat.

[object Object]
Ein glaður Brandur Klettskarð í Kongsstovu úr Haraldsundi júst komin í land av Stril Merkur, har familjan tók ímóti. Brandur er yvirstýrimaður. Mynd Jan Müller

Prátið kemur so inn á støðuna í frálandsvinnuni, sum Heðin heldur er ógreið fyri tíðina orsakað av korona. Skip mugu liggja uppløgd, tí oljuvinnan er eisini rakt av korona tiltøkum.

[object Object]

Mads Hentze, dekkari á veg til arbeiðis, saman við familjuni. Mynd Jan Müller

"Vit hava verið gjøgnum sera stóra kreppu, sum byrjaði seint í 2014, og nú væntaðu vit, at vend fór at koma í um árskiftið 2019/2020. Ilt er at siga, hvørjar avleiðingar korona fer at fáa fyri vinnuna, men tað er greitt, at reiðaríini nokk fara at missa nógvan pening aftur hesuferð.

[object Object]
Heðin Magnussen, skipari og Jónsvein Berg, yvirstýrimaður, tryggja sær, at manningarskiftið gongur væl. Mynd Jan Müller

Ættaður úr Vági
Heðin Magnussen er ættaður úr Vági og býr í dag á Argjum saman við familjuni. Hann bleiv liðugur sum skipsførari í desember 1991 og fór at sigla hjá A. P. Møller í 1992. Har var hann í 22 ár, harav tey 17 í frálandsvinnuni, tvs. supply á AHTS skipum. Í desember 2013 gavst hann hjá A. P. Møller og byrjaði hjá Simon Møkster Shipping/ Tor Shipping í januar í 2014 og hevur siglt við teimum síðani, tvs. at hann hevur umleið 23 ára royndir innan frálandsvinnuna. Fyri tíðina sigla hann og ein annar skipari, Eyvindur Jacobsen á Skála, helvt um helvt. Tvs. 4 vikur umborð og 12 vikur heima. Hetta er persónlig avtala teirra millum. Avloysarin hjá Heðini, nú manningarskifti hevur verið í Havn, er vestmenningurin Leif Poulsen, ið vanliga er búsitandi í Danmark.

(Lesið eisini samrøðu við Joan Torleivsdóttir, stjóra á Tor Shipping, í seinni grein umframt myndafrásøgn frá manningarskiftinum í gjár.)

[object Object]

Stril Merkur bunkrar á Vestaru bryggju í Havn. Mynd Jan Müller

placeholder