Uttanlands

Ein millión arbeiðspláss í vanda í oljuveitingarvinnuni

Sum avleiðing av lága oljuprísinum og vaksandi koronasmittuni sigur greinararafyritøkan “Rystad Energy”

2020-03-26 16:20 Author image
Jan Müller

Meira enn 5 milliónir fólk arbeiða í tænastu- og veitingarvinnum, ið veita vørur og tænastur til olju- og gassvinnuna sum heild kring heimin. Norska greinarafyritøkan Rystad Energy metir, at fyritøkur í hesi vinnuni fara at siga upp umleið 21% av arbeiðsmegini tvs. ein millión fólkum í hesum árinum.

Av hesum uppsøgnum eru 13%, sum stava frá kostnaðarlækkingum orsakað av oljuprísinum, meðan tey írestandi 8% stava frá avgerðunum at minka um  ferðina á útbyggingum orsakað av koronasmittuni.

[object Object]

“Lági oljuprísurin fer at halda sær inn í 2021 og kann hava við sær uppaftur fleiri uppsøgnir. Men sohvørt vit fara inn í seinnu helvt av 2021, við betri marknaðargrundarlagi og minkandi koronasmittu, er sannlíkt, at fleiri og fleiri fólk fáa arbeiði aftur fyrst í skifervinnuni og frá 2022 eisini í frálandsvinnuni og øðrum veitingarvinnum til oljuvinnuna,” sigur Audun Martinsen frá Rystad Energy.

Í mun til niðurgongdina í 2015 og 2016, tá samlaða arbeiðsmegin í oljuveitingarvinnuni minkaði við nærum 30% frá støðuni í 2014 - sum eitt úrslit av framleiðslukríggi - so skal ídnaðurin nú eisini stríðast við avleiðingarnar av eini stórari minking í eftirspurninginum, sum í stóran mun er ein fylgja av koronasmittuni. Altjóða framleiðslan fer at yvirhála eftirspurningin við meira en 10 mió. tunnum um dagin frá apríl, tá Opec og Russland fara at økja um teirra framleiðslur, nú avtalan at skerja framleiðsluna gongur út um mánaðarskiftið.

"Leiti- og framleiðslufeløg í oljuvinnuni, sum eisini eru fyristøðufeløg, vilja minka um ávirkanina frá koronasmuttuni við nettupp at skerja starvsfólkahópin so nógv tilber. Hetta hendir kring heimin, men Evropa er meinast hart rakti marknaðurin," sigur Martinsen.

Arbeiðsmegin fer eftir øllum at døma at minka við 19% í 2020, nú lági oljuprísurin fer at steðga ella minka um leiting og útbyggingarverkætlanir í seinnu helvt av árinum, eins óttin fyri at koronasmittan skal gera um seg á oljupallum og skipasmiðjum fer at tvinga leiti- og framleiðslufeløgini og veitarafyritøkur til at sleppa ella útseta nógv virksemi.

Størstu skerjingarnar í 2020 verða mettar at henda í skifervinnuni, júst á sama hátt sum í 2014. Her raka avleiðingarnar av oljuprísinum, nú fyritøkurnar minka um bæði boring og annað virksemi fyri at spara pengar, skjótt og meint. Væntandi kann skifervinnan koma at missa 32% av arbeiðsmegini frá nú av og til desember í ár. Rystad metir, at arbeiðsmegin í øðrum oljurelateraðum arbeiði á landi fer at minka við 17%.

Keldur: Rystad Energi, e24, Energy Voice