Uttanlands

Einmælt løgting: Grønt ljós til føroyska oljuleiting

Við 25 atkvøðum fyri og ongari ímóti samtykti løgtingið í gjár lógina um 5. útbjóðing til leiting eftir olju og gassi

Poul Michelsen fekk stóra undirtøku í tinginum fyri sínum uppskoti til nýggja olju- og gassleiting við Føroyar. Mynd oljan.fo/Jan Müller

Poul Michelsen fekk stóra undirtøku í tinginum fyri sínum uppskoti til nýggja olju- og gassleiting við Føroyar. Mynd oljan.fo/Jan Müller

2019-05-02 15:45 Author image
Jan Müller

Tað var einki minni enn eitt samt og einmælt løgting, sum seint mikukvøldið atkvøddi fyri at geva grønt ljós til nýggja oljuleiting á føroyska landgrunninum. Uppskotið frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, varð samtykt við 3. viðgerð við 25 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Við 2. viðgerð fyrr á degnum var tað samtykt við 25 atkvøðum fyri, ongari ímóti men eisini blankari atkvøðu.

Málið hevði annars verið til viðgerðar í Vinnunevndini, sum býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Jørgen Niclasen, Bjarni Hammer, Ingolf S. Olsen og Jákup Mikkelsen, tók undir við uppskotinum. Minnilutin, Jógvan Skorheim, segði, at treytirnar um royalty eiga framvegis at verða í gildi, og hann mælti tí tinginum til at fella uppskotið.

Tá avtornaði vóru 25 ja-atkvøður.

[object Object]

Bjørt Samuelsen, tingkvinna í Tjóðveldi, er forkvinna í Vinnunevndini, sum viðgjørdi útbjóðingina, áðrenn hon fór í aftur tingið og varð einmælt samtykt. Mynd oljan.fo/Jan Müller

Nú uppskotið til 5. útbjóðing til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum er avgreitt frá løgtinginum kunnu fólkini á Jarðfeingi av álvara fara undir seinastu fyrireikingarnar.

Tað nýggja og slóðbrótandi við hesi útbjóðing er eitt nýtt og spennandi samstarv við bretskar myndugleikar, har miðjað verður ímóti at bjóða út leitiøki báðumegin markið millum londini samtíðis og marknaðarføra hesi saman. Fyrimunurin við hesum er tá, at oljufeløg kunnu søkja um samanhangandi leitiloyvi tvørtur um  markið samstundis. Jarðfeingi hevur longu peikað út økini, sum verða við í útbjóðingini, og nú verður bíðað eftir, at bretski oljumyndugleikin, Oil and Gas Authority, fer at peika út loyvini teirra megin markið. Sum skilst eru samrøður millum báðar oljumyndugleikarnar um at bera so í bandi, at bretska 32. útbjóðingin leggur seg eftir at bjóða út øki við markið, sum samsvara við økini í 5. føroysku útbjóðingini.

[object Object]

Kei Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum helt at vit hava eina ábyrgd at finna og framleiða kolvetni men eiga at fara frá kolinum, sum dálkar mest. Mynd Oljan.fo/Jan Müller

Slíkt er ikki roynt áður og verður spennandi at síggja, hvussu hetta nýbrot fer at hepnast. Og um oljufeløgini fara at síggja fyrimunir við at kunna bjóða uppá øki í tveimum londum í senn.

Økið føroysku megin markið, sum ætlanin er at bjóða út, er 9.418 ferkilometrar til støddar. Økið er í Hetlandsrennuni, fram við bretska markinum. 

Vinnumálaráðið heldur, at tað er ein fyrimunur at bjóða øki út føroysku megin markið, samstundis sum bretskir myndugleikar bjóða øki út bretsku megin markið. 

[object Object]

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, helt, at føroyski oljuskatturin átti at verið uppaftur lægri, so munurin millum hann og tann bretska varð minni. Mynd Oljan.fo/Jan Müller

Áhugin fyri økinum millum Føroyar og Hetland er vaksin nógv seinastu árini. Metingar vilja vera við, at meginparturin av inntøkuni, sum Bretland fer at fáa burtur úr olju- og gassvirksemi fer frá 2030 at stava frá hesum økinum, ið eisini verður nevnt Atlantsmótið.

5. føroyska útbjóðingin kemur tí eisini júst til røttu tíð, nú fleiri oljufeløg velja at gera stórar íløgur í bæði leiting, útbyggingar og framleiðslu í økinum vestan fyri Hetland, hvat í Føroyum náttúrliga verður nevnt økið eystan fyri Føroyar.

Longu nú framleiða stórar olju- og gasskeldur eystan fyri markið, og á tekniborðinum eru upp til fimm nýggjar útbyggingar av keldum, sum fara at gerast veruleiki komandi árini. Tvær teirra liggja tætt upp at føroyska markinum, Cambo og Rosebank. Her og aðrastaðni í grannalagnum eru eigararnir nøkur av heimsins stóru oljufeløgum, Shell, BP, Total, Equinor, Cnooc International eins og meðalstór feløg sum Siccar Point og Ineos.

[object Object]

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri ynskti ikki, at royalty varð strikað.

Higartil hava verið fýra leitiumfør í Føroyum síðani ár 2000, men eingi kolvetni eru funnin í rakstrarverdum nøgdum, tó at fund eru gjørd og ein virkin kolvetnisskipan er staðfest fleiri staðni í undirgrundini.   Endaliga úrslitið av fjórða útbjóðingarumfari, sum læt aftur fyri umleið einum ári síðani, varð, at Jarðfeingi fekk bara eina umsókn, men einki leitiloyvi varð latið.

[object Object]

Elisabeth Franciska Rasmussen, fulltrúi í Vinnumálaráðnum, sum hevur verið við til at fyrireika 5. útbjóðingina, her saman við landsstýrismanninum eftir viðgerðina. Mynd oljan.fo/Jan Müller

Jarðfeingi sigur, at orsøkin til laka úrslitið av hesum útbjóðingarumfarinum var, at leitivirksemið var ikki komið í gongd aftur eftir stóra oljuprísfallið í 2014, at Føroyar framvegis verða mettar at vera eitt útjaðaraøki í leitingarhøpi, og at loyvistreytirnar, sum vórðu bodnar oljufeløgunum, vóru ikki kappingarførar. 

Hetta hava føroyskir myndugleikar tikið til eftirtektar, og tí eru fleiri av treytunum nú boyttar, soleiðis at tær eru meira lagaligar og í nógvum førum líkjast teimum bretsku. Eitt nú avgjørdi landsstýrismaðurin av taka av royalty, framleiðslugjaldið uppá 2%, sum hevur verið galdandi til undanfarnu útbjóðingarnar.

[object Object]

Ben Arabo, ráðgevi hjá FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólkur) fylgdi orðaskiftinum her saman við Poul Michelsen, landsstýrismanni og tingmonnunum Kára Højgaard og Bjarna Hammer. Mynd Oljan.fo/Jan Müller

Undir orðaskiftinum á tingi tóku flestu røðarar undir við uppskotinum, tó at har vóru ymsar metingar av teimum einstøku pørtunum av uppskotinum. Eitt nú helt Jógvan Skorheim frá Sjálvstýri, at tað var skeivt at avtaka royalty. Aðrir tingmenn vístu tó á, at landsstýrismaðurin átti tvørturímóti at strika enn størri part av skattakrøvunum og víst varð til, at meðan samlaði skatturin í Bretlandi er uppá 40%, so er okkara 56%. Hetta helt Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum vera ov stóran mun og mælti til, at man umhugsaði at minka um henda munin. Hann bar ótta fyri, at hesin stóri munurin kundi gera, at oljufeløgini heldur valdu at bjóða uppá loyvi í bretskum øki heldur enn í føroyskum øki.

Landsstýrismaðurin vísti á, at mest umráðandi í løtuni er at hava lagaligari loyvistreytir, so fleiri feløg hava møguleika at bjóða. Hvat skattinum viðvíkur, so fara tað at ganga nógv ár, áðrenn vit fara at síggja veruliga framleiðslu. Tí eiga vit í verandi støðu at leggja okkum eftir at gera sjálva leitiútbjóðingina so áhugaverda og lagaliga sum gjørligt helt hann.

Spurningurin um grøna og varandi orku varð eisini partur av orðaskiftinum, men her vístu fleiri av tingfólkunum á, eitt nú Kai Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum, at heldur enn at krevja stegð í olju- og gassleiting og framleiðslu, eiga vit at gera meira fyri at fáa lond at gevast við ella minka um kolanýtsluna, tí hon dálkar mest og er tann størsta hóttanin móti veðurlagnum. Hann helt eisini, at vit hava ábyrgd at leita eftir og framleiða kolvetni, soleingi ein stórur partur av heiminum hevur tørv á hesum til tess at varðveita og menna vælferðina.

Landsstýrismaðurin vísti í hesum sambandi eisini á, at fara olja og gass at skapa týðandi virði til føroyska samfelagið, so eigur partur av hesum at verða oyramerktur til at menna varandi orkukeldur.