Uttanlands

Eldur í gassvirki í Norðurnoregi

Eldur kom í virkið hjá Eqinor á Melkøya út fyri Hammerfest seinnapartin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-09-28 17:03 Author image
Ingi Samuelsen

Eldur er í einum gassvirki hjá norska oljufelagnum Equinor á oynni Melkøya nærhendis Hammerfest í Norðurnoregi.

Seinnapartin varð boðað frá, at eldur var kyknaður í eini turbinu úti á oynni.

Øll starvsfólkini á virkinum eru flutt av Melkøya burtursæð frá servandum tilbúgvingarfólki, sum eru við í royndini at sløkkja eldin, skrivar NRK.

Klokkan nakað yvir fýra seinnapartin, norska tíð, kundi NRK boða frá, at tað ikki longur sóðust eldlogar av oynni, men roykurin var framvegis nógvur. Teir høvdu tó skrúvað upp fyri loganum, sum brennir yvirskotsgass av.

Útgerðarskip frá oljuídnaðin eru komin til oynna og hjálpa til við eldsløkkingararbeiðinum.

Melkøya liggur nakrar kilometrar uttan fyri Hammerfest, og á oynni er ein støð sum útflytir jarðgass í flótandi formi.

Gassið kemur til oynna gjøgnum leiðingar frá økjunum Snøhvit, Albatross og Askeladd. Á Melkøya verður gassi kølt niður til LNG, Liquified Natural Gas, sum verður flutt til Norðuramerika og Evropa í serbygdum tangaskipum.