Uttanlands

Eldur í norskum oljutangaskip

Skipið liggur í Omanvíkini

2019-06-13 08:52 Author image
Ari av Rana

Eldur er í norska oljutangaskipinum Front Altair, sum liggur í Omanvíkini.

Enn er óvist hví eldur er í skipinum. Amerikanski herflotin sigur við AP, at tey vita um hendingina í økinum, men at tey enn ikki vilja siga nakað meir.

Sambært havfregnartænastuni Dryad Global liggur Front Altair út fyri iransku strondini.

Tað er norska fyritøkan Frontline sum eigur skipið. Skipið er skrásett í Marshalloyggjunum.