Uttanlands

Enn einaferð funnið olju og gass tætt við føroyska markið

Oljufelagið Siccar Point rakt við olju og gass fáar kilometrar frá markinum.

2019-05-14 12:27 Author image
Jan Müller

[object Object]Økið við føroyska markið er kjarnuøkið hjá oljufelagnum Siccar Point Energy. Eisini hevur oljufelagið Shell stóran áhuga í økinum. Áhugavert verður at frætta, um m.a. hesi bæði feløgini fara at søkja um leitiloyvi í 5. føroysku leitiútbjóðingini í summar. Onnur feløg, sum vísa hesum partinum av Atlantsmótinum ans, eru m.a. BP, Total, Ineos, Equinor og onnur við.

[object Object]

Oljufelagið ”Siccar Point Energy”, sum hevur borað fáar kilometrar frá føroyska markinum í skjótt tveir mánaðir, sigur í eini fráboðan í morgun, at tað hevur rakt við bæði olju og gass á Blackrock leitimiðinum, sum er spildurnýtt leitiøki.  Heimsins størsti boripallur av ”semi-submersible” slagnum, ”Great OceanWhite” setti borin í undirgrundina á 1115 metra dýpi 15. mars og eru hetta fyrstu almennu tíðindini um úrslitið av boringini. Siccar Point er fegið um ta vitan, sum higartil er fingin til vega og sum sær sera lovandi út fyri víðari leiting í økinum. Borurin hevur rakt við tunn oljuberandi sandløg í basaltinum umframt gass omanfyri basaltið.

[object Object]

Ongantíð eru olja og gass funnin so tætt við føroyska markið. Boripallurin fer nú at bora eitt gassleitimið Lyon, sum liggur nakað norðanfyri Blackrock. Sunnan fyri liggur Warwick leitimiðið, har Spirit Energy í løtuni borar tríggjar brunnar.

Jonathan Roger, stjóri í Siccar Point, sigur seg vera sera fegnan um úrslitið og sær fram til at fara undir víðari leiting eftir hesum týðandi leitimodellinum í økinum saman við partnarunum Suncor (25%) og Shell (22,5%).

Undan boringini var stórur spenningur, um Blackrock økið, sum liggur millum báðar tær stóru oljukeldurnar, Rosebank og Cambo, fór at vísa somu jarðfrøðiligu fyribrigdi, sum annars sermerkja hesar oljukeldurnar.

[object Object]

Fleiri av heimsins størstu oljufeløgum eru virkin beint eystan fyri føroyska markið.

Hóast oljufelagið ikki fer í smálutir við, hvussu nógv er funnið, so eru tíðindini ein staðfesting av, at tað eisini í hesum ikki fyrr kannaða økinum, sum liggur tættari Føroyum enn nakað annað fund higartil, helst finst nógv olja og gass.

Leitistjórin hjá Siccar Point, Iain Bartholemew,  hevur áður úttalað seg til oljan.fo, at livur hesin brunnurin upp til vónirnar, so fer hann at fáa  týdning fyri framtíðar føroyska oljuleiting eisini. 

[object Object]

Í fjør vitjaði eitt føroyskt ferðalag á høvuðskrivstovuni hjá Siccar Point Energy í Aberdeen fyri at kunna um Føroyar sum veitingarstað og at fáa kunning um virksemið hjá felagnum eystan fyri markið.