Uttanlands

Enn eitt oljufelag við beinari kós móti Atlantsmótinum

Spirit Energy er nýggjasta felagið, sum vil vera við at byggja út oljuleiðir vestan fyri Hetland

Enn eitt oljufelag við beinari kós móti Atlantsmótinum

Spirit Energy hevur keypt seg inn í loyvi hjá Hurricane heilt har suðuri á Atlantsmótinum, Lincoln og Warwick, sum nú gerast partur av útbyggingini av Lancaster oljuleiðini. Oljuleiðirnar liggja sunnan fyri stóru oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion.

2018-09-05 11:33 Author image
Jan Müller

Enn eitt oljufelag hevur sett beina kós móti leiðunum millum Hetland og Føroyar. Talan er um Spirit Energy, sum eftir øllum at døma sær stórar framtíðar møguleikar á Atlantsmótinum og tí fegið vil gera íløgur í hesum økinum. Felagið hevur gjørt av at keypa 50% av tveimum av loyvunum hjá oljufelagnum Hurricane Energy har suðuri á Atlantsmótinum. Hurricane Energy er annars í løtuni í ferð við at útbyggja Lancaster oljukelduna, sum liggur nærhendis og sunnan fyri stóru oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion. Felagið eigur eisini fleiri aðrar oljukeldur í grannalagnum, eitt nú Lincoln og Warwick, har tað nú hevur selt 50% til Spirit Energy, ið er dótturfelag hjá stóra oljufelagnum Centrica.

Leiðslan í Spirit Energy heldur oljuleiðirnar hjá Hurricane har suðuri á Atlantsmótinum vera so mikið áhugaverdar, at tað longu hevur gjørt av at fara undir at bora tríggjar brunnar og annars fyrireika útbygging av Lincoln og Warwick keldunum, sum kunna knýtast í Lancaster útbyggingina hjá Hurricane Energy í grannalagnum. Felagið hevur gjørt av fyribils at brúka umleið 1,5 mia. kr. til hetta arbeiðið. Tað hevur eisini longu gjørt avtalu um leigu av boripallinum Transocean Leader, sum fer undir boriverkætlanina í 2019.

Meðan Lancaster oljukeldan, sum er høvuðskeldan í hesum nýggja oljuøkinum vestan fyri Hetland, eftir ætlan fer undir framleiðslu tíðliga í 2019 við m.a. at brúka framleiðsluskipið Aoka Mizu, so fer framleiðslan frá Lincoln og Warwick keldunum, ið verða knýttar í umrødda framleiðsluskip, at byrja árið eftir ella so. Mett verður at tað liggja goymdar upp til 2 mia. tunnur av olju á umrøddu oljuleiðunum. Higartil hevur Hurricane Energy arbeitt við eini minni útbygging, sum so skal vera framtíðar grundarlagið undir eini størri útbygging. Nú eitt nýtt oljufelag hevur víst eg at vilja vera partur av útbyggingum í hesum økinum, so hevur tað stóra jaliga ávirkan á útbygging av øllum økinum.

At hesar nýggju oljuleiðirnar í løtuni fáa so nógv umrøðu í altjóða oljumiðlum kemst fyrst og fremst av, at her er talan um eitt nýtt slag av framleiðslu, ið verður nevnt ”fractured basement”, har oljan liggur goymd í sjálvum grundfjallinum. Um royndirnar við hesum slagnum av framleiðslu verða væleydnaðar, so kunnu tær fáa ávirkan á oljuleiting og framleiðslu aðrastaðni á Atlantsmótinum eisini.

Við nýggju útbyggingunum verður eisini undirstøðukervið vestan fyri Hetland útbygt. Tað kann so aftur fáa týdning fyri virksemið á Atlantsmótinum sum heild.