Uttanlands

Equinor avbjóðingar við útbygging í Barentshavinum

Útbygging av oljukelduni Johan Castberg fer at taka longri tíð enn mett - m.a. orsakað av korona

Nýggja framleiðsluskipið verður bygt í Singapore, men stórar seinkingar eru m.a. vegna korona.

Nýggja framleiðsluskipið verður bygt í Singapore, men stórar seinkingar eru m.a. vegna korona.

2020-07-06 15:42 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tá Equinor fann stóru oljukelduna Johan Casterg í Barentshavinum norðan fyri Norra, og seinni fleiri aðrar keldur í grannalagnum varð mett, at hetta fór at seta ringar í sjógvin í Barentshavinum við fleiri øðrum fundum og útbyggingum. Soleiðis skuldi tað tó ikki blíva. Leitiboringar hava ikki givið tey úrslit vónað varð, og heldur ikki ætlaða útbyggingin av Johan Castberg hevur gingið sum ætlað. Upprunaliga var útbyggingin mett at kosta 100 mia. kr. men við lækkandi oljuprísum varð neyðugt at endavenda útbyggingina av nýggjum. Og Equinor megnaði tá tað, sum fáur hevði torað at gitt. Tað eydnaðist nevniliga at gera útbyggingina helvtina so dýra ella umleið 50 mia. kr. Á henda hátt bar til at fáa lønsemi í framleiðsluna við einum oljuprísi uppá 35 dollarar. Við upprunaligu útbyggingarætlanini við at føra oljuna til lands skuldi oljuprísurin vera 80 dollarar fyri at fáa lønsemi í.

Høvuðsorsøkin til hetta var, at valt varð at byggja eitt framleiðsluskip (FPSO) heldur enn at flyta oljuna til lands í Norðurnorra umvegis rørleiðing, har ein oljuterminalur so skuldi taka ímóti henni. Tann ætlanin var í tráð við ynskini hjá kommununum í Norðurnorra og politikarum og vinnulívinum har, tí slík útbygging fór at skapa nógv nýggj arbeiðspláss og inntøkur til lokalsamfelagið. Men Equinor kendi seg tvingað til at velja ta bíligaru FPSO skipaloysnina, menn tað skuldi vísa seg, at henda loysn skuldi koma út fyri stórum avbjóðingum. Korona og fallandi oljuprísir hava ávirkað verkætlanina og er byggingin tí eisini vorðin nógv seinkað. Har upprunaliga 20.000 fólk vóru tengd at byggingini kundu bert niðanfyri 1000 vera við til at gera arbeiðið liðugt. Nú vísir tað seg so eisini, at trupulleikar eru við sveisiningi av nýggja skipinum.

[object Object]

Upprunaliga ætlanin var at taka Johan Castberg í brúk í 2022. Nú verður tað neyvan fyrr enn í 2023. Ætlanin er at flyta skipið, sum verður bygt í Singapore, til Noregs í hesum árinum, har tað skal gerast liðugt. Tað hevur annars víst seg, at fleiri av útbyggingunum, sum eru gjrødar í fjareysturi, hava ikki verið í lagi, og tí hevur partur av arbeiðinum verið gjørdur liðugur á norskum skipasmiðjum.

Johan Castberg er annars onnur oljuútbyggingin, sum verður gjørd í Barentshavinum. Undan henni er Goliat, sum italska oljufelagið ENI hevur staðið fyri. Eisini hon hevði nógvar byrjanartrupulleikar, tí arbeiðið, ið varð gjørt í Asia, varð ikki nog gott. Fyrsta kolvetnisútbyggingin, sum norðmenn gjørdu í Barentshavinum, var annars Snøhvit gassfelagið, sum liggur norðan fyri Hammerfest í Norðurnorra. Tað vóru fleiri føroyskir handverkarar við til at byggja á oynni Melkøya út fyri Hammerfest.

[object Object]

Tað hevur annars verið eitt ynski hjá norskum myndugleikum, at fleiri nýggj fund vórðu gjørd í Barentshavinum, og varð tað eisini mett sum framtíðar olju- og gassøkið í Norra, men leitingin hevur ikki gingið sum ætlað. Fleiri av brunnunum hava verið turrir og hava umhvørvismyndugleikar eisini funnist at norsku royndunum at finna og menna olju- og gassfelt norður ímóti ískantinum til Arktis. Fyri framtíðina hjá oljuvinnuni í hesum partinum av norska landgrunninum hevur Johan Castberg tí eyka stóran týdning. Tí verður í løtuni fylgt væl við, hvussu útbyggingin gongur og loksins fer at eydnast, tá fyrsta oljan helst rennur um 2-3 ár. Nú føroyskir handverkarar hava átt ein týðandi lut í útbyggingum á norskum skipasmiðjum kann eisini roknast við, at tað aftur verða boð eftir teimum, tá Johan Castberg framleiðsluskipið kemur til Noregs í næstu framtíð.

Útbyggingin av Johan Castberg hevur so eisini stóran týdning fyri alt økið har í framtíðini, tí verða aðrar keldur funnar í grannalagnum, kunnu tær bindast í Johan Castberg. Tað kann so aftur gera bæði nýggj fund og verandi høvuðskelduna betri lønsemi.

[object Object]