Uttanlands

Equinor byggja heimsins størstu vindmylnulund til havs í Bretlandi

Norska olju- og gassfelagið roynir við hesi gongd at gerast eitt breitt orkufelag

Norska Equinor fingið tillutað uppgávuna at byggja heimsins størstu vindmylnulund í bretska partinum av Norðsjónum

Norska Equinor fingið tillutað uppgávuna at byggja heimsins størstu vindmylnulund í bretska partinum av Norðsjónum

2019-09-20 11:56 Author image
Jan Müller

[object Object]

Bretskir myndugleikar hava í dag gjørt av at bjóða orkufeløgunum Equinor og SSE at standa fyri bygging av heimsins størstu vindmylnulund til havs á Dogger Bank í Norðsjónum eystan fyri Bretland. Lundin fevnir um tríggjar ymsar verkætlanir sambært tíðindaskrivi frá Equinor, nevniliga Creyke Beck A, Creyke Beck B og Teesside A. Samlað fer henda vindmylnulundin at kunna framleiða 3,6 GW av elorku. Vindmyllulundin skal kunna veita elorku til 4,5 mió. heim í Bretlandi.

Eldar Sætre, forstjóri í Equinor sigur, at henda nýggja uppgávan, sum er latin til Equinor, fer at undirstrika leiklutin, sum Equinor hevur átikið sær sum eitt breitt orkufelag. Útbygging av Dogger Bank fer at gera tað til eitt knútapunkt fyri vindorku og ídnaðarmenning í Norðsjónum. Eisini fer tað at hava stóran týdning fyri royndirnar hjá Bretlandi at minka um CO2 útlátið. Verkætlanin fer harumframt at kunna gagna bretska brúkaranum, sum við hesi útbygging kann fáa elorku væl bíligari enn í dag.

Samlaður íløgurnar í Dogger Bank verkætlanina eru mettar til umleið 80 mia. kr. Bretskir myndugleikar leggja stóran dent á hesa útbyggingina, sum skal kunna vera ein fyrimynd fyri framtíðar CO2 neutrala orkupolitikkinum í Bretlandi. Tað vísir seg, at hetta slagið av vindmylnuframleiðslu til havs er tann mest munagóða og rakstrarliga besta.

[object Object]

Pål Eitrheim (v.m.), konsernstjóri fyri Nýggjum Orkuloysnum í Equinor og Eldar Sætre, forstjóri.

Norska Equinor, sum upprunaliga varð sett á stovn til at framleiða olju og gass í Norðsjónum, hevur seinastu árini lagt størri og størri dent á at gera alternativar orkuloysnir so sum havvind til part av sínum kjarnuarbeiðsøki. Hetta sæst serstakliga aftur í fleiri vindorkuverkætlanum í Bretlandi. Umframt at verða ein týðandi elorkuframleiðari frá vindmyllum til bretska marknaðin letur Equinor í dag 25% av gassnýtsluni í Bretlandi. Haraftrat kemur, at felagið ger stórar íløgur í oljukeldur á bretska landgrunninum, eitt nú seinastu útbyggingina av oljukelduni Mariner eystan fyri Hetland. Herfyri keypti Equinor stóran part av oljukelduni Rosebank eystan fyri føroyska markið við tí í hyggju at útbyggja hana. 

Ein kann við hesi tilgongdini siga, at orkufelagið Equinor roynir at gerast eitt breitt orkufelag, sum bæði ger íløgur í olju og gass men í støðugt størri mun eisini í alternativar og varandi orkukeldur so sum vind.