Uttanlands

Equinor fer at bora 3000 brunnar

Norska oljufelagið leggur seg eftir at finna og framleiða meira gass

2018-08-30 10:26 Author image
Jan Müller

Jan Müller á ONS, Stavanger

Equinor, fyrrverandi Statoil, fer komandi 10 árini at bora ikki færri enn 3000 nýggjar brunnar. Hetta verður gjørt serstakliga við tí fyri eygað at finna meira gass. Hetta kom fram á ONS ráðstevnuni í Stavanger í hesum døgum, har oljufólk úr øllum heiminum hava sett hvørjum øðrum stevnu. Ætlanin við hesi stóríløgu er at økja um gassútflutningin til Evropa. Stjórin hjá Equinor fyri norska landgrunnin, Arne Sigve Nylund, fjaldi ikki sína gleði, tá hann kunnaði um framtíðar ætlaninar hjá felagnum. ”Bjartskygni er komið aftur í oljuvinnuna,” segði ein brosandi Nylund.

Saman við forsetanum fyri altjóða leiting hjá Equinor, Tim Dodson, legði hann fram ætlaninar hjá felagnum fram til 2024. Tim Dodson var annars maðurin, sum stóð aftanfyri avgerðini at bora fleiri av brunnunum hjá táverandi Statoil í Føroyum. Teir báðir gjørdu greitt á tíðindafundi, at Equinor ætlar sær at varðveita verandi framleiðslu á norska landgrunninum fram til 2030. Eftir tað fer framleiðslan frá teimum stóru feltunum at minka. Tí leggur felagið nú fram eina ætlan, har tað við fleiri brunnum vónar at kunna finna meira olju og gass, sum so aftur kann koma ístaðin fyri minkandi framleiðsluna.

Fyri at røkka hesum máli fer felagið at bora 3000 brunnar komandi 10 árini, hvat er meira enn borað er seinastu 50 árini, harav 20-30 leitibrunnar árliga. Umframt hesar mongu boringarnar ætlar Equinor eisini at arbeiða fyri at leingja um livitíðina á 20 av verandi kolvetnisverkum. Eisini fer felagið at gera íløgur í havvindorku og elektrifisering fyri at minka um útlátið av CO2. Miðjað verður eisini móti at skunda undir digitalisring og brúki av nýggjari tøkni.

Equinor roknar við at klára at varðveita verandi framleiðslustøði fram til 2030 og væntar eisni at kunna finna eitt ella tvey nýggj felt av Johan Sverdrup støddini. Í dag framleiðir felagið 1,2 mió. tunnur um dagin á norska landgrunninum. Equinor fer eisini at broyta leitistrategiina, soleiðis at tað fer eftir meira gassi. Ynskið er at troyta verandi infrastruktur og nøkta tørvin á gassi á marknaðinum. Í dag framleiðir felagið 120 mia. kubikk av gassi um dagin. Rusland framleiðir 160 mia. kubikk. Equinor vónar, at felagið kann økja um útflutningin av norskum gassi.

Enn er ov tíðliga at siga, um leiting í norðurøkjunum, eitt nú í Barentshavinum fer at geva ynsktu úrslitini. Higartil eru bert tvey felt farin undir framleiðslu har, gass frá Snøvit feltinum og olja frá Goliat. Equinor arbeiðir í løtuni við at byggja út Johan Castberg feltið í Barentshavinum. Tað hevur eydnast at skerja útreiðslurnar til hesa útbyggingina við nærum eini helvt.