Uttanlands

Equinor fer at brúka 130 mia. kr. í Brasilia

Norski oljurisin kunnger á oljumessuni ONS, at hann fer at gera íløgur í Brasilia fyri 130 mia. kr. fram til 2030

2018-08-31 17:46 Author image
Jan Müller

 

Jan Müller á ONS í Stavanger

Ein av stóru nýggju søgunum á altjóða oljumessuni ONS í Stavanger eru tíðindini um, at norska oljufelagið Equinor ætlar at gera íløgur í Brasilia komandi 10 árini fyri 130 mia. kr. Frammaundan hevur felagið longu brúkt knappar 100 mia. kr. í suðuramerikanska landinum, sum Equinor metir vera eitt av framtíðar oljuøkjunum í heiminum. Har eru sera lovandi olju- og gassgoymslur og eisini eru stórir møguleikar innan varandi orku, nakað, sum Equinor hevur lagt stóra áherðslu á undir ONS.

Equinor framleiðir í løtuni 90.000 tunnur av olju í Brasilia, sum er vorðið eitt av kjarnuøkjunum hjá felagnum. Landið hóskar eisini sera væl inn í strategiina hjá Equinor, sum í nógvum førum brúkar royndirnar frá Norðsjónum á brasilianska landgrunninum. Equinor hevur valt at arbeiða á flestu av virkisøkjunum við leiting, útbygging og framleiðslu.

Equinor hevur verið í Brasilia síðani 2001 og hevur megnað at menna virksemið støðugt fram til í dag, har tað kunnger, at tað fer at brúka 130 mia. kr. fram til 2030. Ætlanin er at framleiða upp til 500.000 tunnur um dagin í 2030. Størsta oljukeldan felagið er partur av er Peregrino, har norska felagið er fyristøðufelag.