Uttanlands

Equinor finnur olju í Barentshavinum

Nærhendis Johan Castberg fundinum saman við Vår Energi og Petoro

2021-03-10 17:08 Author image
Jan Müller

[object Object]

Fleiri fund eru gjørd í Barentshavinum, men enn resta fleiri boringar fyri at finna fram til, hvussu stórar goymslurnar eru í undirgrundini. Seinasta jaliga úrslitið av boring skapar bjartskygni

Tað er ikki hvønn dag at rakt verður við olju í brunnum, sum verða boraðir í Barentshavinum. Tað hendi tó nýliga, tá Equinor saman við norsku feløgunum Vår Energi og Petoro fann olju nærhendis Johan Castberg kelduni, sum ætlanin er at útbyggja til oljuframleiðslu. Metingar vísa, at millum 30 og 50 mió. tunnur eru í nýggju kelduni og kunnu tær koma væl við í komandi útbyggingini av Castberg. 

Nick Ashton, sum er varaforseti í Equinor fyri leiting í Norra, sigur, at nýggja oljufundið kemur sera væl við, tí tað gevur vónir um, at olja og gass finst í undirgrundini har norðuri nærhendis verandi fundum sum Castberg, Wisting, Snøhvit og Goliat.

[object Object]

Framleiðsluskipið til Johan Castberg fundið, sum í løtuni verður bygt í Singapore.

Leitibrunnurin, sum varð boraður av Transocean Enable pallinum, er tann fyrsti av fýra brunnum, sum Equinor fer at bora í hesum árinum í Barentshavinum. 

Brunnarnir hava so eisini stóran týdning fyri útgerðarhavnirnar í Harstad og Hammerfest.

Seinasta fundið fær uttan iva stóran týdning fyri ætlaninar hjá Equnor at útbyggja stóra Johan Castberg feltið. Eitt framleiðslu- og goymsluskip, FPSO, er á tekniborðinum. 

Brunnurin, sum júst er boraður í hesum loyvinum, er tann 11. í røðini. Samanbera vit við føroysku oljuleitingina á sinni, so vóru 9 brunnar boraðir tilsamans á øllum tí føroyska landgrunninum. 

[object Object]