Uttanlands

Equinor ger týðandi oljufund

Hetta er størsta oljufundið á norska landgrunninum higartil í ár.

Tá West Hercules boraði í føroyskum sjógvi. Nú hevur Equinor góð úrslit við honum á norska landgrunninum. Mynd Jan Müller

Tá West Hercules boraði í føroyskum sjógvi. Nú hevur Equinor góð úrslit við honum á norska landgrunninum. Mynd Jan Müller

2021-03-24 12:55 Author image
Jan Müller

Norska oljufelagið Equnor hevur gjørt eitt týðandi oljufund á norska landgrunninum upplýsir felagið. Talan er um eitt nýtt fund á Fram-leiðini, har felagið longu framleiðir olju. Nú verður hetta nýggjasta fundið eftir øllum at døma bundið í verandi infrastrukturin og kann tað gerast rímuliga skjótt og uttan tær heilt stóru fyrireikingarnar. Fundið verður mett at vera millum 70 og 120 mió. tunnur av olju.

Hetta er fjórða fundið Equinor ger í teimum seinastu fimm brunnunum tað hevur borað í hesum kenda oljuøkinum. Til fleiri av boringunum hevur felagið brúk ein gamla kenning frá føroysku boringunum, West Hercules. Felagið fer nú at bora tveir brunnar afrat í økinum. Equinor er fyristøðufelag við 45%. Hini feløgini eru Idemitsu Petroleum. Vaar Energi og Neptune Energy.