Uttanlands

Equinor gevst við boriætlan í Avstralia

Sigur orsøkina vera tørvandi lønsemi - umhvørvisfeløg fegnast

2020-02-25 10:20 Author image
Jan Müller

[object Object]

Norska oljufelagið hevur avgjørt at gevast við sínum leitiætlanum í Avstralia-víkini í Vesturavstralia, eisini nevnt Great Australian Bight. Felagið skrivar á síni heimasíðu, at orsøkin til hesa avgerðina er tann, at kanningar vísa, at lønsemi er ikki í verkætlanini longur. Um somu tíð boðar felagið frá, at tað heldur fram við sínum virksemi aðrastaðni í Avstralia. Equinor fekk leitirættindi í Vesturavstralia í 2013, eitt útjaðaraøki á sera djúpum vatni, har mett verður, at nógv olja og gass finst.

Umhvørvisfelagskapir, sum hava mótmælt virkseminum hjá Equinor, fegnast um avgerðina og siga, at tað er trýst frá teimum, sum hevur fingið norska oljufelagið at gevast í hesum partinum av Avstralia. Umhvørvisfólkini hava mótmælt at borað verður í einum øki, har náttúran og alt livandi er sera viðbrekið. Víst verður á, at avgerðin fer at gagna bæði ferðavinnuni og umhvørvinum.

Altjóða miðlar skriva, at lági oljuprísurin og orkuskiftið og veðurlagsbroytingar eiga sín stóra lut í avgerðini hjá norska felagnum. Tað eru tó ikki øll, sum eru so fegin um avgerðina. Leitivirksemið hjá Equinor hevur verið mett at kunna skapa bæði arbeiðspláss og inntøkur til hetta fjarskotna økið í Suðuravstralia. Frammanundan hava tvey onnur stór oljufeløg, BP og Chevron, tikið seg aftur úr sama økinum, ið verður mett at goyma fleiri mia.  tunnur av olju.