Uttanlands

Equinor keyp av Rosebank týdning fyri bretska oljuvinnu

Avgerðin hjá norska oljurisanum Equinor at keypa 40% av oljukelduna Rosebank kann fáa stóran týdning fyri bretska oljuvinnu

Equinor keyp av Rosebank týdning fyri bretska oljuvinnu
2018-10-02 09:52 Author image
Jan Müller

 

Jan Müller úr Aberdeen

Keypið av 40% í Rosebank oljukelduni á Atlantsmótinum nær Føroyum hevur økt um vónirnar til eina bjarta framtíð í hesum so týðandi partinum av bretska landgrunninum. Equinor kunngjørdi í gjár, at tað hevur gjørt avtalu við Chevron um at keypa tess part í Rosebank, og harvið verður Equinor eisini fyristøðufelag, tvs. at tað fer at standa fyri eini komandi útbygging. Bretskir miðlar skriva í morgun, at keypið kemur sera væl við bæði hjá partnarunum Siccar Point Energy og Suncore Energy umframt hjá bretskari oljuvinnu sum heild.

Kevin Swann, sum arbeiðir fyri heimskendu greinarafyritøkuna Wood Mackenzie sigur við Energy Voice í Aberdeen, at hann væntar, at Equinor nú fer undir at menna verkætlanina, sum hevur ligið á tekniborðinum hjá Chevron síðani 2004. Hann vísir á, at tað verður kostnaðarmikið at útbyggja kelduna, men hann roknar við, at Equinor hevur eina ætlan um at minka um útreiðslurnar. At hetta hendir í eini tíð við vaksandi oljuprísum ger ikki støðuna verri heldur. Rosebank liggur á 1100 metrar dýpi úti í Hetlandsrennuni einans 18 kilometrar frá føroyska markinum.

Eygleiðarar siga, at tað er sera heppið, at eitt so fíggjarliga og tøkniliga sterkt felag sum Equinor nú tekur yvir á Rosebank kelduni, nú talan eisini er um eina nýggja framleiðslu, sum kann fáa týdning fyri alt økið. Oljan liggur nevniliga goymd millum basaltløg, er eitt sokallað ”intrabasalt” fund. Fer framleiðslan at rigga væl, so kann hon fáa týdning fyri møguliga líknandi fund í grannalagnum, eitt nú í Føroyum.