Uttanlands

Equinor setir kós móti føroyska markinum

Norska orkufelagið fer nú undir at fyrireika útbygging av oljukelduni Rosebank eystan fyri Føroyar

Rosebank oljukeldan liggur eystan fyri føroyska markið og fer norska Equinor nú á tekniborðið við útbygging.

Rosebank oljukeldan liggur eystan fyri føroyska markið og fer norska Equinor nú á tekniborðið við útbygging.

2019-08-18 15:30 Author image
Jan Müller

[object Object]

So nær liggur Rosebank við føroyska markið.

Eftir at hava tikið í brúk útbyggingina av oljukelduni Mariner eystan fyri Hetland í farnu viku, setir norska orkufelagið Equinor nú kós móti økinum nær føroyska markinum. Næst á skránni hjá norska orkufelagnum stendur nevniliga útbyggingin av risastóru oljukelduni Rosebank, sum liggur á bretska landgrunninum nakað eystan fyri markið. Mariner útbyggingin er ein tann størsta hjá Equinor nakrantíð í Bretlandi, og nú henda hevur hepnast serstakliga væl, kunnu serfrøðingarnir hjá norska felagnum nú leggja orkuna í at tilrættaleggja útbygging av Rosebank. Eins og Mariner verður Rosebank mett at kunna framleiða tilsamans 300 mió. tunnur av olju.

Tað fer tó at ganga ein tíð, áðrenn henda útbyggingin kann fara í gongd. Møguliga verður endalig avgerð um at fara undir eina miðvísa útbygging ikki tikin fyrr enn um eitt til tvey ár.

Rosebank, sum varð funnin í 2004, hevur fyrr verið á tekniborðinum hjá amerikanska oljufelagnum Chevron, ið var um at skula taka avgerð um útbygging, tá Equinor legði boð inn til at keypa tess part av oljukelduni í fjør. Norska felagið var upprunaliga partur av Rosebank men seldi so sín part. Nú metti felagið kortini tað vera rætt at keypa seg inn í aftur kelduna og fyrireika eina útbygging. Men fyrst skulu nýggjar kanningar gerast, soleiðis, at kostnaðurin fyri eina útbygging kann lækkast munandi. Sum fyrimynd fyri slíkari kostnaðarlækking brúkar Equinor útbyggingina av oljukelduni Castborg í Barentshavinum, har tað eydnaðist serfrøðingunum hjá norska felagnum at lækka kostnaðin við nærum eini helvt.

[object Object]

Nakað soleiðis fer útbyggingin av Rosebank at síggja út.

Tað er greitt, at fyri føroyska oljuleiting og fyri føroysku veitingarvinnuna hevur útbygging av Rosebank, sum liggur væl nærri Føroyum enn Hetlandi og Skotlandi, stóran týdning. Eitt nú vilja føroyskar veitararfyritøkur fegnar sleppa uppí part, tá útbyggingin fer í gongd. T.d. kunnu veitingarskip ol. brúka Føroyar sum útgerðarhavn eitt nú tá manningarskifti eru og annars brúk er fyri øðrum vørum og tænastum. So føroyska veitingarvinnan bíðar spent eftir, hvat fer at henda á Rosebank og nær.

Hvat leitingini við Føroyar viðvíkur, so kann ein nýggjur infrastrukturur á Rosebank fáa avleiddan týdning fyri framtíðar útbyggingar nærhendis á føroyska landgrunninum. Tað er tí greitt, at bæði á Jarðfeingi og í Vinnuhúsinum, har Oljuvinnufelagið heldur til, har fylgja tey við spenningi og stórum áhuga gongdini á Rosebank.