Uttanlands

Equinor undir oljuútbyggingar í Norskahavinum

Eitt endamál við útbyggingunum er at kunna skapa størri virði, sum so aftur kunnu vera týðandi íkast til at røkka málinum í París-sáttmálanum

2021-06-30 16:25 Author image
Jan Müller

Norska orkufelagið Equinor heldur fram við at útbyggja olju- og gasskeldur á norska landgrunninum, hóast altjóða orkustovnurin IEA herfyri heitti á øll heimsins lond um at gevast við øllum olju- og gassútbyggingum.  

Norskir myndugleikar hava eisini gjørt greitt, at Norra fer at loyva bæði útbyggingum og nýggjari leiting. Hetta hendir um somu tíð sum bæði myndugleikar og vinnan hava sett sær mál um at minka um útlátið og at skunda undir grøna orkuskiftið við eitt nú at gera íløgur í varandi orku so sum vind- og sól og vetni. Eisini at medvirka til at fanga og goyma CO2.

Equinor er ein týðandi viðspælari í hesi gongdini, um somu tíð sum felagið varðveitir og mennir sítt virksemi innan bæði olju og gass.

Nú boðar felagið frá, at tað er farið undir at útbyggja Lavran-fundið eins og Kristin Sør projektið, sum er partur av Kristin feltinum. Henda útbygging er mett at kosta einar 6 mia. kr og fevnir fyribils  um fyrsta part. Hon fer at skapa nógv arbeiði til norskar undirveitarar.

Hini feløgini, sum eru við í útbyggingini, eru Petoro, Vår Energi og  TotalEnergies.

Ætlaðu útbyggingarnar fara at røkka til framleiðslu fram til 2034 og helst til 2042 sigur Equinor og vísir á, at endamálið við umrøddu íløgum er at skapa grundarlag fyri at skapa størri virði, sum kunnu vera eitt týðandi íkast til, at Norra kann røkka málinum í París-avtaluni.

At kunna menna undirstøðukervið á norska landgrunninum hevur stóran týdning fyri at økja um framleiðsluna og harvið eisini fyri at kunna gera íløgur í betri lønsemi og lægri útlát.