Uttanlands

Evropeiski íløgubankin gevst at fíggja kolvetnis-verkætlanir

Avgerðin fevnir um bæði kol, olju og gass og kemur í gildi um tvey ár

Evropeiski íløgubankin tikið avgerð um at gevast við at fíggja kolventisverkætlanir frá 2022.

Evropeiski íløgubankin tikið avgerð um at gevast við at fíggja kolventisverkætlanir frá 2022.

2019-11-15 21:30 Author image
Jan Müller

Evropeiski íløgubankin gjørdi í hesi vikuni av at gevast við at lata fígging til fyritøkur, sum arbeiða við fossilum brennievnum, tvs. olju, gassi og koli. Avgerðin kemur í gildi um tvey ár. Tíðindini koma frá Reuters, sum skrivar, at ein meiriluti í nevndini fyri bankan tók hesa avgerðina, eftir trýsti frá ES limalondum. Miðilin endurgevur varastjórin í bankanum, Andrew McDowell.

Tað eru ES londini, sum eiga íløgubankan, ið lænir pengar til fyritøkur. Í fjør lat bankin fígging fyri 480 mia. kr. Sambært Reuters hevur European Investment Bank síðani 2013 lænt 100 mia. kr. til verkætlanir, sum hava við kol, olju og gass at gera. Meginparturin fer farin til nátúrgass verkætlanir.

Umhvørvisfelagsskapir hava sagt, at tað er neyðugt, at bankin gevst við at gera íløgur í fossilar verkætlanir, um ES skal kunna liva upp til málsetningin við París-avtaluni.