Uttanlands

Exxon Mobil fríkent í sakarmáli

Tað hevði villeitt íleggjarar við skeivum upplýsingum segði ákæruvaldið, sum tó ikki kundi prógva hetta

2019-12-11 16:25 Author image
Jan Müller

Amerikanska oljufelagið Exxon Mobil er vorðið fríkent í eini sak um at hava villeitt íleggjarar. Hetta skriva altjóða miðlar seinnapartin. Felagið er vorðið fríkent í rættinum í New York, har felagið varð ákært fyri at hava villeitt íleggjarar í mun til tær meirútreiðslur, sum er eru knýttar at framtíðar verðurlagsregulering. Ákærumyndugleikin ákærdi Exxon Mobil fyri at hava brúkt tveir ymsar roknskaparhættir – ein innhýsis og ein almennan. Henda mannagongdin skal hava kostað íleggjarum nógvan pening metti ákærumyndugleikin.

Men ákærumyndugleikin hevur ikki verið førur fyri at prógva sínar pástandir, um at oljufelagið er komið við skeivum upplýsingum og hevur hildið aftur tíðandi kunning um sína forrætning, ið aftur kann hava villeitt íleggjarar. Hóast Exxon Mobil fekk viðhald í rættinum í New York, so eru fleiri aðrir statir, sum hava saktsøkt felagið.