Uttanlands

Exxon Mobil um at rýma úr Norra

Miðjar móti at hava selt allar ognir eftir 2021 fyri umleið 15 mia. dollarar

2019-09-30 16:09 Author image
Jan Müller

Amerikanski oljurisin Exxon Mobil hevur avgjørt at selja ein stóran part av sínum ognum í Norra til norska felagið Vår Enegy fyri 4,5 mia. dollarar te. knappar 40 mia. kr. Sølan fevnir um 20 framleiðandi oljukeldur, sum fyri tað mesta eru umsitnar av norska Equinor.

Sølan er partur av eini størri ætlan at selja allar ognir innan 2021 fyri 15 mia. dollarar. Felagið var eitt av mongu amerikonsku oljufeløgunum, sum upprunaliga vóru við til at seta á stóru norsku oljugoymslurnar í Norðsjónum. Tí eigur felagið sín týðandi leiklut í norsku oljusøguni og menningini av hesi vinnu og tess hjávinnum.

Ein orsøk til at ikki bert Exxon Mobil men eisini fleiri onnur stór amerikonsk oljufeløg gevast við sínum virksemi í Vesturevropa, eru møguleikarnir heldur at kunna virka í skifurvinnuni í USA. Haraftrat velja tey so bara at varðveita ávísar ognir eftir í Evropa. Vit hava eisini sæð fleiri amerikonsk oljufeløg so sum Chevron og ConocoPhillips selja sínar ognir í bretska partinum av Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Eisini her er tað skifuroljan í USA, sum dregur.

Felagið, sum fer at keypa ognirnar hjá Exxon, norska Vår Energi, verður við hesum keypi eitt av teimum størstu feløgunum á norska landgrunninum eftir Equinor/Petoro og síðani Total og samanlagda felagnum Aker-BP. Vår Energi er lutvíst nýtt felag. Tað gjørdist veruleiki, tá ENI Norge og Point Energy løgdu saman.

Talan er annars um ein tann størsta handilin sum heild á norska orkumarknaðinum. Størsti handilin varð gjørdur, tá Statoil og Hydro løgdu saman í 2007.