Innanlands

Fara aftur at leita eftir olju við Føroyar

Vaksandi oljuvirksemið í bretska grannalagnum eggjar til nýggja oljuleiting við Føroyar. Uppskot verður skjótt lagt fyri tingið.

Hetta er økið, sum ætlanin er at bjóða út til oljuleiting. Vaksandi oljuvirksemið hinumegin markið eggjar til nýggju leitingina við Føroyar - og til vón um at gera lønandi fund eins og hinumegin markið.

Hetta er økið, sum ætlanin er at bjóða út til oljuleiting. Vaksandi oljuvirksemið hinumegin markið eggjar til nýggju leitingina við Føroyar - og til vón um at gera lønandi fund eins og hinumegin markið.

2019-01-30 19:06 Author image
Jan Müller

[object Object]

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, fer í næstum at leggja uppskot fyri tingið um nýggja oljuleiting við Føroyar.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen, ætlar at seta gongd á aftur oljuleitingina við Føroyar. Hetta ger hann m.a. við íblástri frá vaksandi oljuvirkseminum í bretskum øki eystan fyri føroyska markið. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin sent uppskot til 5. útbjóðing til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum til hoyringar. Hoyringsfreistin er úti 6. februar og nakað eftir tað verður so uppskot til nýggju útbjóðingina lagt fyri tingið.

Landsstýrismaðurin sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at á bretska landgrunninum tykist økið vestan fyri Hetland at gerast alsamt týdningarmiklari havøki hjá bretum at bjóða oljufeløgunum at leita eftir og framleiða kolvetni úr. Viðurkenda ráðgevingarfyritøkan Wood MacKenzie metir, at Hetlandsrennan verður einasta øki, sum fer at geva kolvetnisskattainntøkur í Bretlandi í 2030.

32. útbjóðingarumfarið hjá Bretlandi verður eftir ætlan frá juni til november í 2019 og partur av útbjóðaða økinum fer væntandi at liggja upp móti markinum í stórum parti av Hetlandsrennuni.

Stórar oljukeldur og mesta leitivirksemið á bretskum øki liggja nú á gáttini til føroyska landgrunnin vísir landsstýrismaðurin á. Tað er tí vaksandi sannlíkindi fyri, at kolvetni verða funnin í eini keldu, sum røkkur tvørturum markið millum londini bæði.

Føroyar og Bretland samstarva

Jarðfeingi hevur so eisini umrøtt júst hendan møguleikan við bretska OGA (Oil & Gas Authority), og partarnir eru samdir um, at londini bæði, umframt oljufeløgini, kunnu hava fyrimun av, at Føroyar og Bretland samskipa útbjóðingina av økjunum báðu megin markið.

“Tað er við hesum samstarvi í huga, at mett verður, at tíðin er komin at seta sjøtul á fimta útbjóðingarumfarið á føroyskum øki,” sigur landsstýrismaðurin.

Økið, sum mælt verður til at bjóða út í fimta útbjóðingarumfari, er 9.418 km2 til støddar. Talan er um eitt øki í Hetlandsrennuni.

Arbeiðið, ið er gjørt á Jarðfeingi seinnu árini, bendir á, at tað í løtuni mest áhugaverda økið á føroyska landgrunninum liggur fram við bretska markinum í sunnara parti av Hetlandsrennuni. Hetta er eisini økið, ið oljufeløg tykjast hava størst áhuga fyri í mun til leiting eftir kolvetnum. Neyvari valið av økinum, sum ætlanin er at bjóða út í fimta útbjóðingarumfari, er síðani samskipað við enskar myndugleikar, soleiðis at oljufeløgini hava møguleika at bjóða upp á eitt samanhangandi øki, tvørturum markið. Økið, sum skotið verður upp at bjóða út í fimta føroyska útbjóðingarumfarinum, liggur uppat bretska markinum og uppat økjum, sum væntandi verða boðin út í komandi 32. útbjóðingarumfari á bretskum øki.

Jarðfeingi, sum hevur arbeitt miðvíst við nýggju útbjóðingini, metir, at tað er ein fyrimunur at bjóða øki út føroysku megin markið samstundis sum bretskir myndugleikar bjóða út økið bretsku megin markið. Fyri oljuvinnuna er alt økið millum Føroyar og Stórabretland at meta sum eitt samanhangandi øki, har jarðfrøðiligu viðurskiftini á fleiri økjum eru tey somu. Tí hevur tað áhuga fyri oljuvinnuna at kunna meta um økið føroysku megin markið og bretsku megin markið undir einum. Hesum fáa oljufeløgini møguleika fyri, tá føroyskir og bretskir myndugleikar bjóða øki út samstundis og um treytirnar í størst møguligan mun eru tær somu báðu megin markið.

Grundgevingar fyri fimta útbjóðingarumfari

Ein stór avbjóðing, tá føroyski landgrunnurin verður marknaðarførdur, er enn sum áður manglandi vitan um jarðfrøðina. Fyri at koma hesum í møti hevur umfatandi arbeiði verið gjørt á Jarðfeingi í samband við fyrireikingina av fjórða útbjóðingarumfari, sum hevur havt til endamáls at framleiða vitan og skriva hana saman á ein hátt, soleiðis at hon var lætt atkomulig hjá oljufeløgum.

Hetta arbeiðið saman við gongdini í vinnuni annars hevur ávirkað áhugan hjá oljufeløgum fyri økinum millum Føroyar og Stórabretland. Tað hevur tó verið ein forðing fyri at fáa gongd á veruliga leiting við Føroyar, at kolvetnisleiting ikki er komin í gongd eftir longu kreppuna, umframt at kostnaðurin av leiting á føroyska landgrunninum ikki hevur verið kappingarførur við grannalondini.

Nú hevur oljuprísurin verið rættiliga støðugur í longri tíð og áhugin fyri at leita bretsku megin markið er støðugt vaksandi. Mett verður, at hetta ger tað meira sannlíkt at oljufeløg fara at taka stig at leita á føroyska landgrunninum, serliga tá kostnaðarstøðið í fyrsta parti av leititíðarskeiðinum verður lægri.

At bretskir myndugleikar væntandi fara undir 32. útbjóðingarumfar á sumri 2019 á økjum, sum marka upp móti føroyskum øki, fer væntandi at vekja áhugan fyri føroyskum øki. Verða standardtreytirnar tillagaðar sambært fyriliggjandi uppskoti, eigur hetta at økja um møguleikarnar fyri at fáa feløg at søkja um leitiloyvi á føroyskum øki og harvið fáa gongd á aftur leiting á landgrunninum verður sagt í grundgevingunum til at fara undir 5. útbjóðing.