Uttanlands

Faroe Petroleum farið í søguna

Navnið Faroe Petroleum er ikki til longur. Nú eitur felagið DNO North Sea

2019-05-19 17:22 Author image
Jan Müller

Oljufelagið Faroe Petroleum er farið í søguna eftir, at nýggi eigarin av felagnum, norska oljufelagið DNO fyrst keypti upp meirilutan av partapeninginum og nú eisini hevur gjørt av at strika heitið ”Faroe Petroleum”. Hereftir fer felagið at eita DNO North Sea. Hetta verður staðfest í eini fráboðan til partaeigarar og íleggjarar. Tað var í januar, at DNO beyð sær til at keypa partabrøvini í Faroe Petroleum og harvið yvirtaka felagið, nú tað, sum fyri stóran part hevur arbeitt í Irak, hevði boðað frá, at tað ynskti at brúka sína orku til oljuleiting og framleiðslu í Norðsjónum.

Faroe Petroleum ella tá Føroya Kolvetni varð stovnað í Føroyum í 1997. Fyrsta virksemið hjá felagnum var at luttaka í fyrstu føroysku leitirunduni í 2000. Í 2004 fekk felagið fyrstu loyvini at leita í bretskum øki og tvey ár seinni eisini í norskum øki. Stovnarin og oddamaður í felagnum øll árini var Gramham Stewart.