Uttanlands

Faroe Petroleum leggur til brots við sjey brunnum

Hesir skulu borast í 2018 og 2019. Í løtuni borar felagið ein brunn á norsk-bretska markinum

2018-09-20 12:22 Author image
Jan Müller

Eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum í Norðsjónum, Faroe Petroleum, ætlar sær so sanniliga at liva upp til positiva ummælið tað fær og hava nevndarformaðurin og stjórin í felagnum júst kunnað um tað umfevnandi virksemið, sum felagið fer undir restina av hesum árinum og komandi árið. Í eini fráboðan frá teimum báðum royndu oljustjórunum, John Bentley og Graham Stewart, verður greitt frá, at felagið fer at halda fram við sínum borivirksemi við at bora ikki færri enn sjey leiti- og avmarkingarbrunnar komandi góða árið. Ein av hesum brunnum, Agar/Plantain verður boraður á markinum millum Norra og Bretland í løtuni.

”Henda sera spennandi og ítøkiliga skráin tekur hædd fyri kappingarføru boriratunum og eisini tí sera lagaligu skattaskipanini í Norra, har feløgini fáa afturgoldið 78% av leitikostnaðin,” siga tey bæði Faroe Petroleum umboðini.

Felagið hevur í fyrru helvt av 2018 luttikið í tveimum brunnum, Iris Hades og Fogelberg.

Faroe Petroleum arbeiðir sera víða. Tað hevur virksemi í Norðsjónum, Norskahavinum, Barentshavinum, vestan fyri Hetland og í Keltiska havinum við Írland.