Uttanlands

Faroe Petroleum mælir frá at selja

Nevndin í Faroe Petroleum mælir partaeigarunum í felagnum frá at taka av tilboðnum frá norska oljufelagnum DNO at yvirtaka felagið

2018-11-27 10:15 Author image
Jan Müller

Talan er um eina sonevnda fíggindaliga, “hostile”, yvirtøku, og ein samlað nevnd mælir frá at selja felagið. Boðið, sum norska oljufelagið DNO hevur latið inn, er nevniliga alt ov lítið og samsvarar als ikki við tað, sum felagið er vert.

Hetta er niðurstøðan hjá nevndini í Faroe Petroleum, eftir at oljufelagið DNO hevur sett fram ynski um at keypa alt felagið. Fyrr í ár keypti DNO umleið 28 % av partabrøvunum. Tá tað samstundis setti ynski fram um at fáa tveir nevndarlimir í felagnum vísti nevndin hesum aftur, tí hon metti feløgini at vera kappingarneytar í Norðsjónum.

Tað var í gjár, at tað kom fram í altjóða oljumiðlum, at DNO hevur boðið 6,7 mia. kr. uppá Faroe Petroleum. Felagið, sum er tað elsta á norska landgrunninum, hevur nú í mong ár staðið fyri virksemi í Kurdistan í Norðurirak, har tað hevur forvunnið væl av peningi. Nú hevur tað so vent eygunum aftur móti Norðsjónum og ynskir at gerast ein virkin partur av oljuvirkseminum her.

Sum skilst á tíðindablaðnum The Times, so hevur DNO bjóðað 152p fyri partabrævið, men sambært Faroe Petroleum eru partabrøvini nógv meira verd. Nevndin í Faroe Petroleum hevur áður víst á, at boðið, sum DNO hevur lagt inn at keypa part av felagnum fyrr í ár, varð alt ov lágt í mun til marknaðarvirðið.

Tá boðið kom frá DNO í gjár hækkaði virðið á partabrævinum hjá Faroe Petroleum við einum fjórðingi.

Nevndin í Faroe Petroleum sigur í einum tíðindaskrivi: “Nevndin er av tí avgjørdu meining, at tilboðið er opportunistiskt og í stóran mun undirmetir virðið á felagnum, og nevndin heitir tí á allar partaeigarar um ikki at selja til felagið.”

Faroe Petroleum varð stovnað í 1997 av Graham Stewart, sum eisini síðani hevur staðið á odda fyri felagnum. Hann hevur saman við øðrum megnað at byggja upp oljufelagið frá at vera eitt lítið felag, sum arbeiddi í Føroyum til at gerast eitt meðalstórt oljufelag, sum virkar í bæði bretska og norska partinum av Norðsjónum. Felagið hevur klárað seg rættiliga væl og hevur verið við til at gera fleiri oljufund.

Felagið arbeiðir við at økja um sína oljuframleiðslu til 35.000 tunnur um dagin í 2021.

Norska oljufelagið DNO varð stovnað í 1971. Tað hevur í dag eina framleiðslu uppá 81.500 tunnur um dagin í Kurdistan og Oman. Í fjør keypti felagið Origo Exploration, og nú ynskir tað so at keypa Faroe Petroleum fyri harvið at fáa fótin fastan í Norðsjónum.

Bijan Mossavar-Rahmani, stjórin í DNO sigur sambært The Times, at ognirnar hjá Faroe Petroleum høvdu verið í betri hondum, um DNO stóð fyri teimum.

Nevndarformaðurin í Faroe Petroleum, John Bentley sigur, at boðið frá DNO undirmetir veruliga virðið á felagnum. "Vit halda, at Faroe Petroleum er meira vert enn 152p, sum DNO bjóðar fyri partabrævið, og vit heita á partaeigararnar at vísa tilboðið frá DNO frá sær."

Mark Wilson, greinari hjá Jefferies sigur, at boðið undirmetir virðið á felagnum. Av 19 greinarum, sum viðgera Faroe Petroleum, siga teir flestu, at partabrævið er vert 180p.

DNO sigur annars, at tað fer at varðveita skrivstovuna í Aberdeen og annars varðveita ta vitan og royndir og fólk, sum hoyra til felagið.

Keldur: E24, DN, The Times, BBC, Energy Voice, Finacial Times