Uttanlands

Faroe Petroleum undir stóra boriverkætlan

Borar leitibrunnar bæði í Norra og Bretlandi

2018-10-21 11:51 Author image
Jan Müller

 

Oljufelagið Faroe Petroleum hevur nú aftur sett borin í norsku undirgrundina. Talan er um Rungne oljuleiðina, sum liggur 30 km frá Brasse oljukelduni og norðan fyri stóru framleiðandi oljukelduna Oseberg. Felagið eigur 40% av kelduni. Felagið hevur leigað pallin Transocean Arctic til boringina.

Graham Stewart, stjóri sigur, at felagið hevur verið sera virkið í eina tíð við eini rættiliga umfevnandi boriætlan, har tað hevur ætlanir um at bora seks leitibrunnar og ein avmarkingarbrunn yvir eitt 12 mánaðar skeið og síðani uppaftur fleiri brunnar eftir tað. Í løtuni verður ein brunnur, Agar/Plantain boraður á bretska landgrunninum saman við oljufelagnum Cair og felagnum Azinor sum fyristøðufelag, og eftir tað verður brunnur boraður á oljuleiðini Brasse eystur í Noregi. Stórar vónir eru annars til ein brunn, sum verður boraður tíðliga í 2019 á stóra Iris-Hades fundinum.