Uttanlands

Faroe Petroleum yvirtikið

Góð 20 ár eftir at Faroe Petroleum varð stovnað í Føroyum verður tað nú yvirtikið av norskum felag

Graham Steward, stjóri í Faroe Petroleum, sum nú verður yvirtikið av norska oljufelagnum DNO.

Graham Steward, stjóri í Faroe Petroleum, sum nú verður yvirtikið av norska oljufelagnum DNO.

2019-01-09 14:00 Author image
Jan Müller

Norska oljufelagið DNO boðaði fyrrapartin frá, at tað hevur keypt upp og fingið tilsøgn um keyp av nóg mikið av partabrøvum í Faroe Petroleum til at kunna taka yvir felagið. Eftir hesa kunningina hevur leiðslan í Faroe Petroleum heitt á partaeigararnar um at góðtaka boðið.

Hetta var upprunaliga 152p fyri partabrævið, men í gjár boðaði DNO frá, at tað hækkaði boðið til 160p. Nevndin í Faroe Petroleum metir tó framvegis, at boðið frá DNO er ov lágt. Hon sigur í einum skrivi, at nú DNO hevur fingið ræðið í felagnum, so fer hon eisini at góðtaka tilboðið men fer eisini í eini yvirgangstíð at arbeiða saman við DNO um at tryggja partaeigarnar og starvsfólk so væl tilber.

[object Object]
Faroe Petroleum hevur høvuðsskrivtovu í Aberdeen í Skotlandi. (Mynd: Jan Müller)

DNO sigur í síni fráboðan í morgun, at tað nú hevur tryggjað sær 52,44% av felagnum. Felagið hevur virðismett Faroe Petroleum til 7 mia. norskar kr.

Tað var eftir, at DNO hækkaði sítt boð úr 152p til 160 týsdagin, at tað eydnaðist norska felagnum at fáa nóg mikið av partabrøvum til at yvirtaka felagið. Felagið hevði um somu tíð longt freistina at kunna keypa til 23. januar.

Sum navnið sigur, so hevur Faroe Petroleum sín uppruna í Føroyum. Tað var stovnað fyri góðum 20 árum síðani í Føroyum av m.a. núverandi stjóranum Graham Stewart og var leingi virkin partur av føroysku oljuleitingini. Eftir tað stovnaði felagið dótturfeløg í bæði Bretlandi og Norra og hevur síðani verið eitt av teimum mest virknu oljufeløgnum í Norðsjónum.