Uttanlands

Flestu norðmenn vilja varðveita oljuvinnuna

Ein stórur meiriluti av norðmonnum halda, at oljuvinnan hevur avgerandi týdning fyri norska búskapin og halda, at vinnan skal varðveitast.

Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, fyrrverandi norsku fiskimálaráðharri og nú stjóri í Norsk Olje og Gass her á vitjan hjá føroyska systurfelagnum FOÍB við føroysku oljubókini

Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, fyrrverandi norsku fiskimálaráðharri og nú stjóri í Norsk Olje og Gass her á vitjan hjá føroyska systurfelagnum FOÍB við føroysku oljubókini "Oljan" eftir Trónd Djurhuus og Jan Müller.

2019-01-03 14:30 Author image
Jan Müller

80% av norðmonnum halda, at olju- og gassvinnan er ”ekstremt týdningarmikil” ella sera týdningarmikil fyri norska búskapin. Hetta vísir ein kanning, sum stovnurin Kantar TNS hevur gjørt fyri ”Norsk olje og gass”, ið er áhuga- og fakfelagið fyri øllum oljuvirksemi í Norra.

”Kanningin vísir, at fólk flest skilja, hvussu stóran týdning vinnan hevur fyri bæði búskapin og fyri Norra sum heild. Hetta er nakað, sum okkara politikarar eiga at taka til eftirtektar,” sigur Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, sum er stjóri í Norsk Olje og Gass.

Stuðulin til oljuvinnuna er størstur á plássum, har nógv olju- og gassvirksemi er.

”Oljuvinnan er ein tjóðarvinna í mongum førum. Um alt landið finnast fyritøkur, sum lata vørur og tænastur til oljuvinnuna, og haraftrat kemur stóra yvirskotið frá oljuvinnuni, sum í 2018 gjørdist uppá 264 mia. kr., øllum samfelagnum til góða”, sigur Schjøtt- Pedersen.

Hann fegnast sjálvur um stóru undirtøkuna, sum vinnan fær millum flestu norðmenn. Einans 13 av teimum spurdu hildu ikki, at henda vinnan hevði týdning fyri Norra. Schjøtt-Pedersen, sum í síni tíð var norskur fiskimálaráðharri, hevur verið stjóri í felagnum hjá oljuvinnuni nú í fleiri ár. Sjálvur er hann sannførdur um, at oljuvinnan er sjálvt grundarlagið undir norska vælferðarsamfelagnum og hevur sera stóran týdning fyri arbeiðspláss kring alt landið.