Innanlands

Føroyar fingu forvitnisliga vitjan

Helge Lund, nevndarformaður í BP, ein av heimsins størstu oljufyritøkum, legði at landi í Føroyum herfyri

Helge Lund, nevndarformaður í BP og Novo Nordisk vitjar á FOÍB í Havn saman við Rúna M. Hansen, nevndarformanni í Tjaldur og Bakkafrost, her saman við stjóranum í FOÍB, Jan Müller.

Helge Lund, nevndarformaður í BP og Novo Nordisk vitjar á FOÍB í Havn saman við Rúna M. Hansen, nevndarformanni í Tjaldur og Bakkafrost, her saman við stjóranum í FOÍB, Jan Müller.

2019-09-13 14:53 Author image
Jan Müller

Tað er ikki hvønn dag, at nevndarformaður í einum av heimsins størstu oljufeløgum eins og nevndarformaður í størstu fyritøkuni í Norðurlondum, leggur leiðina til Føroya. Tað hendi so kortini nú um dagarnar, tá Helge Lund, nevndarformaður í BP eins og í Novo Nordisk, kom á nevndarfund í føroyska vinnufelagnum Tjaldur. Tað er nakað síðani, at Helge Lund takkaði ja til at vera partur av nevndini í føroyska felagnum, har ein gamal starvsfelagi hjá Helga Lund, Rúni M. Hansen, er nevndarformaður. Rúni M. Hansen er eisini kendur sum nevndarformaður í Føroya størstu fyritøku, Bakkafrost.

[object Object]

Helge Lund, nevndarformaður í oljurisanum BP, støkk inn á gólvið hjá FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólki) í Bringsnagøtu herfyri, har hann m.a. ognaði sær bókina "Oljan" eftir Trónda Djurhuus og Jan Müller, umframt at verða kunnaður um 5. útbjóðingina til leiting eftir olju og gass í Føroyum. Her saman við Rúna M. Hansen, nevndarformanni í Bakkafrost og Tjaldur.

Helge Lund er annars gamal kenningur frá føroyskari oljuleiting. Hann var stjóri í táverandi Statoil, sum í mong ár stóð á odda í leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Rúni M. Hansen, sum í mong ár starvaðist saman við Helga Lund, var eitt skifti stjóri fyri virkseminum hjá Statoil í Norðurhøvum og var annars partur av ovastu leiðslu í felagnum. Helge Lund, sum var heitur talsmaður fyri at leita eftir olju og gassi í Føroyum,  er eisini  kendur fyri at hava úttalað, at hann metti Føroyaøkið sum “bakgarðurin" hjá norska Statoil.

Statoil var við til at bora fleiri brunnar í Føroyum,  og var eisini eitt av teimum feløgum, sum rakti við olju, tó ikki í rakstrarverdum nøgdum. Statoil tók seg úr aftur Føroyum í 2014. Síðani tá hevur felagið skift navn til Equinor. Í fjør keypti felagið seg inn í stóru oljukelduna Rosebank, sum liggur skamt frá føroyska markinum. Enn er óvist um og nær Equinor verður partur aftur av føroyskari oljuleiting, men tann sannroynd, at felagið nú er fyrsitøðufelag fyri eini stórari oljukeldu nær Føroyum og sum tað helst verður útbygd til framleiðslu, kann vera eitt tekin um, at norski oljurisin møguliga fer at hyggja eftir føroyska økinum aftur.  

[object Object]

Helge Lund var stjóri í Statoil øll tey fyrstu mongu árini leitað varð eftir olju og gassi við Føroyar.

Undir arbeiðsvitjan síni í Føroyum herfyri vitjaði Helge Lund eisini inn á gólvið hjá FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki, í Bringsnagøtu 15 í Havn, ikki so langt frá gula bygninginum, har Statoil á sinni helt til í royndum tess at finna føroysku oljuna. Á FOÍB tók stjórin Jan Müller, ímóti forkunnuga gestinum, hvørs felag í mong ár var limur í FOÍB. Hann fekk eina skjóta kunning um føroyska oljuleiting og her ikki minst nýbrotinum, sum er samstarv millum føroyskar og bretskar myndugleikar um útbjóðingar báðumegin markið. Henda søga sigur tó einki um, antin BP, har Helge Lund er nevndarformaður, aftur fer at gerast partur av føroyskari oljuleiting. Felagið var á sinni millum tey fremstu í leitingini við Føroyar.

[object Object]

Helge Lund og Rúni M. Hansen hava arbeitt saman hjá Statoil í mong ár. Nú halda teir fram við samarbeiðinum í nevndini hjá føroyska vinnufelagnum Tjaldur.