Uttanlands

Føroyar fylgja væl við sølu av oljufelag

Oljufelagið Siccar Point Energy, sum hevur fleiri loyvi við føroyska markið, stendur enn til sølu

Her síggja vit øll økini á Atlantsmótinum og í Norðsjónum, sum Siccar Point Energy er partur av. Fleiri teirra liggja tætt upp at føroyska markinum bæði fyri eystan og sunnan.

Her síggja vit øll økini á Atlantsmótinum og í Norðsjónum, sum Siccar Point Energy er partur av. Fleiri teirra liggja tætt upp at føroyska markinum bæði fyri eystan og sunnan.

2020-02-03 11:23 Author image
Jan Müller

Tað man vera hendingaferð, at føroyingar fylgja so væl við í søluni av einum útlendskum oljufelag, sum seinastu tíðina, har oljufelagið Siccar Point Energy hevur staðið til sølu. Hetta felagið er tað, sum hevur flest leiti- og framleiðsluloyvi, ið liggja tætt upp at føroyska markinum og sum eisini hevur ætlanir um at útbyggja eina stóra oljukeldu skamt frá markinum til framleiðslu. Spurningurin er, um ein komandi nýggjur eigari fer at varpa uppaftur meira ljós á føroyska grannalagið ella heldur brúka orkuna á øðrum pørtum av Atlantsmótinum.

[object Object]

Boð hjá Chrysaor vrakað

Siccar Point Energy, sum er eitt tað mest virkna oljufelagið við loyvum og oljukeldum nær føroyska markinum, stendur framvegis á sølulista. Hetta hendir eftir, at eigararnir av felagnum hava víst aftur einum tilboði at keypa alt felagið, nevniliga Chrysaor. Sambært Energy Voice var boðið frá Chrysaor ov lítið. Tað beyð 1,6 mia. dollarar, meðan eigararnir av Siccar, sum eru íløgufeløgini Blackstone og Blue Water, vilja hava 3 mia. dollarar. Tá felagið varð sett til sølu í juni í fjør lá søluprísurin millum 2 og 3 mia. dollarar.

Fleiri onnur oljufeløg hava lagt boð inn, men hesi eru avmarkað til partar av ognunum. Hesi eru Equinor, Cnooc, Suncore og HitecVision. Ein høvuðsorsøkin til, at boðini eru væl lægri nú enn frá byrjan, er tann, at oljuprísurin er lækkaður nógv og sama er við gassprísinum. Útlitini fyri at hesir fara at hækka aftur í bræði eru heldur ikki góð. So tað kann væl henda, at eigararnir av oljufelagnum steðga ella útseta sølutilgongdina.

Loyvi og oljukeldur við føroyska markið

Ein kann spyrja, hví sølan av júst hesum oljufelagnum fær so nógva umrøða og kanska hevur størri áhuga fyri Føroyar enn so nógv annað í oljuhøpi. Til tað er at siga, at Siccar Point eigur nógv av loyvunum, sum liggja tætt upp at føroyska markinum og er eisini fyristøðufelag á trimum av oljukeldunum, sum liggja í føroyska grannalagnum, nevniliga Cambo, Suilven og Tornado, umframt at felagið eigur partar av stóru oljukelduni Rosebank nær markið.

Haraftrat eigur felagið eisini í stóru oljukelduni Schiehallion eystan fyri markið og í Mariner oljukelduni eystan fyri Hetland. Aftrat hesum eigur felagið loyvi vestan fyri Hebridurnar og sunnan fyri Føroyar. Felagið er eisini virkið á tann hátt, at tað hevur í hyggju at byggja út oljukelduna Cambo til framleiðslu. Endaliga avgerðin um útbyggingina skal takast tíðliga í hesum árinum.

[object Object]

Gulu økini eru nøkur av loyvunum hjá Siccar Point og nú Shell eisini, tí tað í fjør keypti seg inn í fleiri av loyvunum hjá Siccar Point. Siccar Point stendur so eisini fyri oljukeldum, sum eisini kunnu hugsast at verða útbygdar, t.d. Tornado og Suilven.

BP, Total og Shell á Atlantsmótinum

Alt hetta saman ger Siccar Point Energy til eitt tað mesta áhugaverda oljufelagið á Atlantsmótinum, tá hugsað verður um framtíðar útbyggingar. Nevnast kann tó, at tey feløgini, sum í dag standa fyri størstu framleiðslunum í hesum økinum millum Hetland og Føroyar, eru BP og Total. Enn ein oljurisi, Shell, er partur av virkseminum á Atlantmótinum. Umframt at vera við í framleiðandi feltum, so eigur Shell nógv leitiloyvi upp at føroyska markinum, her eisini saman við Siccar Point. Í fjør keypti Shell part av Cambo kelduni, og stóri spurningurin í dag er, í hvønn mun júst Shell hevur søkt um nýggj leitiloyvi í 32. útbjóðingini eystan fyri føroyska markið.

Hugsandi er at Shell kann vera ein av umsøkjarunum og harvið av áhuga fyri Føroyar serliga, men tað fæst fyrst at vita í vár, tá bretsku oljumyndugleikarnir fara at kunna um úrslitið av útbjóðingini, ið fór fram saman við 5. útbjóðingini í Føroyum. Nú Shell er partur av nøkrum av somu loyvum, hvørs lut Siccar setir til sølu, nú felagið verður selt, er spurningurin eisini, í hvønn mun tað kann hava ávirkan á Shell og tess virksemi á Atlantsmótinum, sum ein nýggjur eigari kann fáa. Um ein søla kann gera, at Shell fer at verða uppaftur meira virkið ella minni?

[object Object]

Frá einum av teimum seinastu útbjóðingunum á Atlantsmótinum, har Siccar Point stendur fyri fleiri av loyvunum nær føroyska markið.

Føroyar og Siccar Point

Stóri spurningurin er nú, hvat ein møguligur keypari av Siccar Point fer at gera við ognirnar, um sølan gongur víðari. Kann tað hugsast, at nýggi eigarin, hvør hann so enn verður, fer at skunda undir bæði leiting og útbyggingar og møguliga fer at hyggja nærri at loyvum føroysku megin markið eisini? Ella verður hann eitt oljufelag, sum fer at broyta og niðurlaga virksemið við markið og heldur fokusera uppá verandi framleiðslur á Mariner og Schiehallion feltunum og øðrum leiðum við?

Vit skulu heldur ikki gloyma týdningin, sum virksemið eystan fyri markið hevur og serstakliga kann fáa fyri føroyska veitingarvinnu og fyri at fremja verkætlaninar hjá bæði hesum og undanfarnum landsstýrum at gera Føroyar til tænastumiðdepil í Atlantshavi.

Olju- og veitingarfeløgini í Skotlandi eru við at fáa eyguni upp fyri hesum veruleika, ikki minst nú lægri útlát av CO2 eitt nú í sambandi við virksemi til havs, herundir siglingartíð, er farið at telja meira og meira í tess roknskapum og umdømi. Siglingarleiðin til Føroyar gerst brádliga nógv stytri enn til skotskar havnir. Stórar útbyggingar, sum fara av bakkastokki eystan fyri føroyska markið komandi árini, kunnu tí fáa stóran týdning fyri bæði føroyskar veitingarfyritøkur og Føroyar annars sum útgerðarstað. So tað er greitt, at bæði okkara vinnumyndugleikar og vinnufeløg so sum Oljuvinnufelagið fylgja eisini við lagnuni hjá Siccar Point Energy, sum er partur av bæði komandi Cambo og Rosebank útbygging eystan fyri markið.

Einki er at ivast í, at føroyskir olju- og vinnumyndugleikar, sum fylgja gongdini, vóna, at tað oljufelagið, sum keypir Siccar Point Energy ella partar av tí, fer at halda fram við kanningunum og virkseminum á markinum ella nær markið.

 [object Object]

Eitt av frálandsskipunum, sum arbeiðir eystan fyri føroyska markið, her á Havnini fyri at skifta manning. Tað, sum m.a. dregur henda vegin, er góða flogsambandið úr Vágum og út í heim og øvugt. Men føroyskar fyritøkur bjóða seg eisini fram at veita aðrar tænastur so sum bunkring, proviantering, umvælingar ol.