Innanlands

Føroyar kappingarførar við Aberdeen og aðrar havnir

Taka vit heildarmyndina, so er tað bíligari hjá útlendskum frálandsskipum, ið arbeiða eystan fyri markið, at keypa vørur og tænastur í Føroyum heldur enn at fara til Aberdeen.

Esvagt Celina á Havnini fyri at skifta manning og keypa ymsar vørur. Mynd Jan Müller

Esvagt Celina á Havnini fyri at skifta manning og keypa ymsar vørur. Mynd Jan Müller

2021-06-25 15:13 Author image
Jan Müller

Nú útlit eru fyri nýggjum oljuvirksemi á Atlantsmótinum, te. økið millum Hetland og Føroyar, í sambandi við at fleiri olju- og gassfund standa fyri at verða útbygd til framleiðslu, verður fylgt við í stórum spenningi frá føroyskum veitarafyritøkum. Oljuprísurin er nú komin í eina legu, har tað aftur loysir seg at fara undir útbyggingar, og slepst av við koronusóttina ella hon verður meira avmarkað, so ber til at ímynda sær størri virksemi eystan fyri Føroyar komandi árini. Hetta er tó treytað av, at myndugleikarnir geva neyðugu loyvini. Tá hugsað verður um, at Bretland ynskir at framleiða olju og gass  til egna nýtslu, so er tørvur á at fara undir nýggjar útbyggingar, og her hevur økið eystan fyri Føroyar eftir øllum at døma sera stóran týdning.

[object Object]

Stena Don, sum nú borar eystan fyri Føroyar, her á Nólsoyarfirði í 2006. 

Millum teirra, sum síggja fram til hesa jaligu gongdina, eru eitt nú føroyskar fyritøkur, sum taka sær av skipum, ið velja at koma í føroyska havn at keypa vørur og tænastur, heldur enn at fara leiðina til havnir í grannalagnum, tað veri seg Skotlandi ella Noregi. Ein av hesum fyritøkum er Faroe Maritime Service, sum í mong ár hevur verið agentur hjá eitt nú frálandsskipum, sum arbeiða um okkara leiðir.

[object Object]

Manningarskifti í Havn. Mynd Jan Müller

Sunnudagin kom eitt av hesum skipum á Havnina fyri at skifta manning og proviantera til víðari arbeiðið eystan fyri markið. Tað var eitt av eyðkendu reyðlittu skipunum hjá Esvagt, sum vit javnan síggja við bryggju í Havnini. Nú er nakað síðani, at hesi skipini komu til Føroya, fyrst og fremst vegna korona og tí lítið virksemi hevur verið í økinum millum Hetland og Føroyar í skjótt hálvtannað ár.

Esvagt Celina arbeiðir í løtuni á Lincoln oljuleiðini har suður á Atlantsmótinum, har tað hevur ábyrgd av trygdini rundan um boripallin Stena Don, sum er ein gamal kenningur frá leitingini við Føroyar. Hvør minnist ikki ein summarmorgun í 2006, tá ein oljuboripallur brádliga fyri fyrstu ferð nakrantíð sigldi inn á Nólsoyarfjørð -  við tí fyri eygað at geva føroyingum eina kenslu av hesi nýggju vinnuni. Nú er hann so aftur um okkara leiðir og arbeiðir á eini av oljuleiðunum skamt frá markinum.

[object Object]

Sámal Jákup Joensen, frá Faroe Maritime Service, kunnar skiparan á Esvagt Celina um tær ymsu tænasturnar og vørurnar, sum til ber at fáa í Føroyum. Mynd Jan Müller

Vend kemur í aftur

Pauli Joensen, stjóri í Faroe Maritime Service, heldur fyri, at tað er gott at síggja frálandsskipini aftur í Føroyum, tí tað gevur vónir um, at nú gongur tað aftur rætta vegin. Tað var tann tíð nøkur ár herfyri, at fleiri av Esvagt skipunum komu til Føroya at keypa tænastur. So kom steðgur í. Nú sær hann fyri sær, at gongdin fer at venda aftur, nú virksemið eystan fyri markið møguliga fer at mennast aftur. Og tá heldur hann tað verða so sjálvsagt, at hjálpar- og veitingarskip velja at koma stytstu og eisini bíligastu leiðina í føroyska havn. At Esvagt Celina nú er komin til Havnar fyri at skifta manning heldur enn at fara til Aberdeen er rætt og slætt tí, at tað er stytri at koma henda vegin, tá arbeitt verður eystan fyri markið. 

[object Object]

Esvagt Celina við Tinganesi í baksýni. Landsstýrið sær fegið, at slík skip koma henda vegin sum part av strategiini at gera Føroyar til tænastudepil í Atlantshavi. Mynd Jan Müller

Pauli Joensen hevur roynt at fylgt við gongdini nú í longri tíð og er komin til ta niðurstøðu, at tað er bíligari hjá frálandsreiðaríum at geva sínum skipum boð um at fara til Føroya at keypa vørur og tænastur heldur enn aðrastaðni.

-Sæð frá eini heildarmynd tvs. um vit taka flest allar vørur og tænastur við, so eru vit í Føroyum bíligari enn um samanborið verður við t.d. Aberdeen. Her er bæði talan um proviantering, havnagjøld, flogferðaseðlar, koyring, hotelluppihald, tó at tað er nakað dýrari at bunkra her. Og so skulu vit heldur ikki gloyma, at kemur eitt frálandsskip í føroyska havn á morgni, so ber til at avgreiða øll tess ørindi sama dag. Hetta hevur alstóran týdning fyri eitt reiðarí, sigur Pauli Joensen, sum serstakliga vísir á týdningin, hvussu lætt og skjótt tað er at koma flogvegis bæði til Føroya og úr Føroyum hjá teimum, sum manna skipini og sum búgva ymsa staðni í Evropa.

[object Object]

Pauli leggur aftrat, at tær royndir hann hevur havt av samstarvinum við frálandsreiðarí eru flest allar, at hesi eru sera væl nøgd við tænasturnar teirra skip fáa í Føroyum. Hann fegnast annars um, at føroyingar royna at fáa útlendsk reiðarí at fáa eyguni upp fyri møguleikunum í Føroyum og vónar hann, at arbeiðið at kunna um Føroyar sum sjóvinnudepil í Atlantshavi  hjá teimum einstøku fyritøkum fer at fáa eitt lyft, nú Sjóvinnufelagið hevur ætlanir um gjøgnum miðvísa marknaðarføring og samstarv at lata portrini upp til Føroya. Við Esvagt Celina vóru danr, pólendingar og ein føroyingur. Tað var Johan Simonsen, maskinstjóri. Hann er so bara ein av mongum føroyingum, sum gjøgnum árini hava arbeitt hjá Esvagt.