Innanlands

Føroyingar á oljumessu í Stavanger fyri at skapa nýggj arbeiðspláss

Røkja og menna sambond og fáa nýggjan íblástur til framtíðar virksemi

Føroyingar á oljumessu í Stavanger fyri at skapa nýggj arbeiðspláss

Anja Jacobsen, Pole Jacobsen, Richard Mortensen og Hans Jákup Johannesen á oljumessu í Stavanger, har tey royna at fáa ein part av tí nógva arbeiðinum, sum er og verður í vinnuni.

2018-08-27 17:23 Author image
Jan Müller

 

Jan Müller á ONS, Stavanger

Hóast Føroyar ikki hava nakran landabás á altjóða oljumessuni, ONS í Stavanger í hesum døgum, so hava kortini umleið 15 umboð fyri føroyskar vinnu- og veitingarfyritøkur valt at fara til norska oljuhøvuðsstaðin at halda gomul sambond viðlíka og finna nýggjar samstarvsfelagar umframt at kunna seg um, hvat í løtuni bylgist í altjóða oljuvinnuni.

Farið varð úr Vágum við Atlantic Airways til Bergen og víðari til Stavanger í morgun. Tað er Vinnudeildin hjá ferðastovuni 62N, sum hevur tikið stig til at skipa fyri einum oljumessupakka, ið gevur føroyskum vinnulívsfólki møguleikan at vitja hesa kanska heimsins størstu oljumessu. Brian Nielsen, sum stendur fyri Vinnulívsdeildini, heldur tað vera spell, at Føroyar ikki hava bás á messuni, men fegnast hann kortini um, at hampuligt tal av fyritøkum kortini hava sent starvsfólk á messuna og kunnu koma heimaftur við íblástri og hugskotum til føroysku oljuframtíðina. Hann ivast ikki í, at nú virksemið aftur er farið at vaksa í oljuvinnuni, at Føroyar verða við á ONS um tvey ár.

Øll undanfarin árini síðani 1992 hava Føroyar luttikið á ONS oljumessuni og seinastu nógvu árini eisini við sluppini Westward Ho, sum hevur verið ein týðandi partur av festivalinum á bryggjuni í Stavanger, og sum altíð er við til at seta sín serstaka dám á hetta stóra tiltakið. Í ár er so eingin slupp, einki tjald og eingir føroyskir tónleikarar við. Orsøkin er tann einfalda, at hesaferð var undirtøkan fyri at luttaka ikki nóg stór.

Men kortini hava umboð fyri fleiri vinnufyritøkur, nú oljuvinnan er við at koma fyri seg aftur eftir prísskædlið í 2014, gjørt av at fara til Stavanger. Millum fyritøkurnar eru Pam Offshore Service og Faroe Offshore Service, sum nú í mong ár hava fingist við at senda føroyskar handverkarar til Noregs at arbeiða í oljuvinnuni har. Okkurt árið hava ikki færri enn 300-400 føroyingar verið til arbeiðis í norsku oljuvinnuni bæði á landi og á havinum.

Oljan.fo hitti umboðini fyri hesar báðar fyritøkurnar ávegis til Stavanger, og lata tey væl at gongdini, nú eftirspurningurin eftir arbeiðsfólki í vinnuni er við at vinda uppá seg aftur eftir stagnatión nú í nøkur ár. ONS er eitt gott høvi hjá teimum at røkja og menna sambond umframt at fáa nýggjan íblástur.

Norskur granskingarstovnur hevur júst almannakunngjørt kanning, sum sigur, at tað verður tørvur á umleið 30.000 fólkum aftrat í norsku oljuvinnuni komandi fimm árini.

Brian Nielsen, leiðari av Vinnudeildini hjá 62N ivast ikki í, at føroyingar í framtíðini fara at venda aftur til ONS við egnum bási. Nú stuðlar hann uppundir, at teir føroyingar, sum kortini fara á messuna, kenna seg væl og fáa sum mest burtur úr.