Uttanlands

Føroyingar í frálandsvinnuni: Heim at siga farvæl

Í morgun kom norska frálandsskipið Stril Merkur á Havnina at skifta manning, helst fyri seinastu ferð, nú øll føroyska manningin er uppsøgd

Stril Merkur á Havnini í morgun - helst fyri seinastu ferð.

Stril Merkur á Havnini í morgun - helst fyri seinastu ferð.

2020-09-22 12:15 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tvær vinnur, sum hava havt og hava stóran týdning fyri føroyska samfelagsbúskapin, frálandsvinnan og alivinnan, lið um lið í Havn. Mynd Jan Müller

 

Tað eru óvanligar tíðir í nærum øllum vinnum, sum m.a. føroyingar eru partur av. Ikki minst í frálandsvinnuni, sum er hart rakt av bæði korona og lágu oljuprísunum.

Vanliga tá frálandsskip við føroyskari manning koma í føroyska havn at skifta manning, so er tað við einum meira gleðiligum boðskapi, nevniliga at føroyingar eru komnir heim fyri síðani at venda aftur til arbeiðis í Norðsjónum.

Hesaferð er tað øðrvísi. Tá stásiliga og stóra norska frálandsskipið “Stril Merkur” tíðliga í morgun kom inn á Havnarvág og síðani legði at bryggju í høvuðsstaðnum, so var tað hjá mongum við sterkum og hugtungum kenslum, tí hetta mundi vera seinasta ferðin, at hesin frálandsrisin kom í føroyska havn.

Frá at gleðast um seinastu vitjanina í Føroyum fyrr í ár, har manningarskifti var her fyri fyrstu ferð, er Stril Merkur nú komin “heim” til at siga farvæl. Bæði so og so. Øll føroyska manningin er uppsøgd, og skipið eins og systurskipið Stril Mariner, ger nú klárt at fara undir aftur norskt flagg. Eftir at hava verið undir føroyskum flaggi í mong ár og rikin úr Føroyum av roynda føroyska felagnum Tor Shipping, koma skipini frá november mánaða aftur at sigla undir norskum flaggi og tá við norskum manningum.

[object Object]

Norska reiðaríið Simon Møkster metir tað vera ov dýrt at sigla við føroysku manningunum, m.a. tí norska krónum er vorðin so lág, og føroysku manningarnar verða løntar eftir føroyskum sáttmálum. Korona og lági oljuprísurin hava so gjørt sítt til broyttu støðuna, og nú mugu tær fýra føroysku manningar á teimum báðum skipunum út at leita sær eftir nýggjum størvum og avbjóðingum í frálandsvinnuni, sum annars er í tungum sjógvi. Hetta má vissuliga sigast at vera eitt stórt afturstig fyri føroyska leiklutin í altjóða frálandsvinnu.

Mikudagin fer manningarskifti fram á Stril Merkur. Orsøkin til at skipið er komið til Føroya at fremja hetta skiftið heldur enn at flyta manningarnar við flogfari, er tann, at Føroyar eru á reyða lista í Noregi, og tí skulu føroyingar, sum ferðast til Noregs, í sóttarhald.  Tá er líkinda lættari at fáa skipið henda vegin.

[object Object]

Tá babba kemur heim.....