Innanlands

Føroyingar partur av gassleiting eystan fyri markið

Tríggir føroyingar við Esvagt Contender, sum herfyri skifti manning í Havn

Teir tríggir føroyingarnir umborð á Esvagt Contender, sum arbeiðir eystan fyri markið, fv. Ragnheðin Ryggstein, skipari, Magnus Danberg, dekkari og Heri Hentze, maskinstjóri. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Teir tríggir føroyingarnir umborð á Esvagt Contender, sum arbeiðir eystan fyri markið, fv. Ragnheðin Ryggstein, skipari, Magnus Danberg, dekkari og Heri Hentze, maskinstjóri. Mynd Jan Müller/oljan.fo

2019-08-02 16:33 Author image
Jan Müller

[object Object][object Object]

Tríggir føroyingar - ein skopuningur, ein sørvingur og ein haraldssundsmaður - eru í løtuni við í arbeiðinum at bora eftir gassi eystan fyri føroyska markið. Teir tríggir, Ragnheðin Ryggstein, Heri Hentze og Magnus Danberg, eru við danska vaktar- og hjálparskipinum ”Esvagt Contender”, sum í løtuni er á vaktarhaldi hjá heimsins størsta boripalli, Ocean GreatWhite. Hesin borar fyri kinverska oljufelagið Cnooc International á Cragganmore gassleiðini, ið liggur góðar 30 fjórðingar eystan fyri føroyska markið.

Pallurin setti borin í undirgrundina 19. juli og fer hann at bora í nakrar mánaðir. Cragganmore er eitt gassfund, sum liggur í einum øki, har nógv gass longu er staðfest. Nú skal so kannast, hvussu stórar nøgdirnar eru á Cragganmore leiðini og hvussu jarðfrøðin á staðnum sær út.

[object Object]

Esvagt Contender á Havnini fyri at skifta manning. Tað er nevniliga stytri og hugaligari at fara til Føroya enn í skotska havn. Eitt nú draga sera góðu flogsambodini millum Føroyar og umheimin. Mynd Jan Müller

Keldan, sum varð funnin í 2013 av táverandi danska oljufelagnum DONG, liggur nærhendis Lyon-leitimiðið, ið oljufelagið Siccar Point Energy boraði herfyri. Tann boringin var ikki meira enn næstbest. Vónirnar til at finna meira gass í hesum økinum eru tó framvegis stórar. Aðrar gasskeldur í grannalagnum eru Tobermory og Bunnehaven. Ætlanin er at knýta allar hesar saman í ein ”hub”, kjarna, sum so skal taka ímóti gassinum. Í dag finst bara ein slíkur gasshubbur á Atlantsmótinum. Tað er Laggan Tormore, ið liggur longur syðri og hevur framleitt gass í tvey ár.

[object Object]

Pauli Joensen, stjóri á Faroese Maritime Services, sum er agentur hjá Esvagt, her á brúnni á Esvagt Contender saman við skiparanum Ragnheðin Ryggstein. Mynd Jan Müller

Arbeiða eystan fyri markið – til Føroya at skifta manning

[object Object]

Teir tríggir føroyingarnir umborð á vaktar- og hjálparskipinum Esvagt Contender eru skiparin Ragnheðin Ryggstein, maskinstjórin Heri Hentze og dekkarin Magnus Danberg. Ragnheðin og Heri hava verið við skipinum í fleiri ár, men henda dagin skipið var á Havnini fyri at skifta manning var ein av nýggju dekkarunum Magnus Danberg úr Haraldsundi júst komin umborð. Hann fegnaðist um at sleppa at royna seg í hesi nýggju vinnuni, nú hann áður hevur roynt onnur skipasløg á heimshøvunum. Hann hevur verið við fiskiskipi, danska kongaskipinum og verjuskipi. So tað kenst eitt sindur øðvísi nú fyri fyrstu ferð at royna frálandsvinnuna. Men hann er ungur, einans 28 ára gamal, og hugagóður. Við síni útbúgving sum elektrikari og nógvu royndum á sjónum sær hann fram til at fara á leiðirnar nær Føroyum at fylgja boringini á heimsins størsta boripalli.

[object Object]

Cragganmore gassleiðin eystan fyri Føroyar og sum kann gerast karmur um tann næsta gasslandslutin á Atlantsmótinum. Tann fyrsti, Laggan Tormore við m.a. Glenlivet gasskelduni, liggur longur syðri.

Ragnheðin Ryggstein, sum í fjør tók stig til at fara til Føroya við Esvagt Contender at skifta manning, nú teir arbeiddu so nær Føroyum, iðrar seg onga løtu yvir at hava tikið hesa avgerð, tí tað gevur lítla meining at fara í bretska havn at skifta manning, tá leiðin til Føroya er nógv stytri og ikki minst – nú flogsambandið millum Føroyar og útlandið er nógv betri, enn um farið varð til Hetlands ella Skotlands at skifta manning.

[object Object]

Eggjar føroyskum skiparum at fara til Føroya at skifta manning

Tá Oljuportalurin tosaði við Ragnheðin í fjør helt hann fyri, at nú leitivirksemið er komið so nær Føroyum, tá ræður um hjá føroyskum skiparum á brúnni á vaktar- og veitingarskipum at síggja fyrimunirnar við at fara í føroyska havn heldur enn í bretska havn at keypa vørur og tænastur. Hann sær eisini fyri sær, at fer virksemið við markið at økjast komandi árini, so verður uppaftur meira fokus á Føroyar sum veitingarstað. Tað er tí umráðandi, at m.a. føroyskir skiparar á veitingarskipum, ið arbeiða í nærumhvørvinum, gera sínum arbeiðsgevarum greitt, at Føroyar avgjørt eru eitt alternativ til vanligu havnirnar í Hetlandi og Skotlandi. Hetta er so eisini tað, sum føroyskar veitarafyritøkur seta sína vón til, tí Føroyar eru í mongum førum kappingarførar við okkara grannar, tá oljuvirksemi økist í grannalagnum. At Esvagt Contender nú aftur leggur leiðina á Havnina at skifta manning í juli mánað, nú borað verður eystan fyri markið, er so feskasta dømið um, at tað loysir seg hjá reiðaríum at lata síni skip fara henda vegin.

[object Object]

Bora báðumegin markið

Ragnheðin Ryggsstein fylgir væl við gongdini, nú leitiútbjóðingar hava latið upp báðumegin markið um júst somu tíð. Hann heldur, at slíkar útbjóðingar kunnu koma veitingarvinnuni í Føroyum væl við og vónar eisini, at aðrir føroyskir skiparar á frálandsskipum, sum koma at arbeiða um okkara leiðir, eisini hyggja eftir møguleikanum at fara til Føroya eftir tænastum. Sjálvur er hann hugtikin av, at tað hevur eydnast føroyskum og bretskum myndugleikum at arbeiða saman um framtíðar leiting báðumegin markið. Hann sær fyri sær, at nú bjóðað verður út um somu tíð og í sama umhvørvi, at tað so fer at gera, at oljufeløg bjóða uppá øki báðumegin markið og tá kanna møguleikarnar fyri at bora báðumegin undir somu operatión tvs. at tað eigur at vera møguligt hjá einum oljufelag fyrst at bora t.d. í bretskum øki nær markið og síðani at fara yvir um markið og bora enn ein brunn á føroyska landgrunninum. Tað kann koma at spara einum oljufeløg, sum metir møguleikar at gera fund báðumegin markið, bæði tíð og útreiðslur.

[object Object]

Magni Danberg, (hm) dekkari á sínum fyrsta frálandstúri, sum byrjar í Havn og nú veitir tænastur til heimsins størsta boripall, ið arbeiðir eystan fyri Føroyar.

Oljan skilur, at hóast føroysk lóggáva sigur, at oljufeløg skulu brúka føroyskan keikant í sambandi við eitt nú boring, so ber eisini til at fáa undantak fyri hesi reglu. Nú fáa vit so at síggja, um ojufeløg, sum hava eyguni eftir økjum á bretska landgrunninum nær markið, eisini fara at hyggja henda vegin og harvið lata dyrnar upp til eina nýggja tíð í føroyskari oljuleiting. Fyrsta útbjóðingin í Føroyum er 20 ára gomul komandi ár, og tá verður spennandi at síggja, um henda seinasta 5. útbjóðingin fer at vera tann nýggi duraopnarin. Hetta er í hvussu er ein vón, sum føroyingar í frálandsvinnuni hava. Esvagt Contender er nú á Cragganmore leiðini og ganga ikki nógvar vikur, til skipið aftur kemur til Føroya at skifta manning.

[object Object]Her síggja vit olju- og gassleiðirnar á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar. Gragganmore, har borað verður í løtuni liggur norðanfyri hesi økini, og verður henda gassleiðin útbygd í framtíðini, so fáa vit enn meiri infrastruktur eystan fyri føroyska markið, og tað kann aftur koma at gagna føroyskar oljuleiting og møguligum útbyggingum vestan fyri markið. Eisini her hjá okkum er nógv fokus á at gera gassfund, sum er tann reinasta fossila orkukeldan.