Uttanlands

Føroyingar við frálandsskipi fyri fyrstu ferð til Føroya

Mikumorgun koma ikki færri enn tvey norsk frálandsskip við føroyskari manning til Føroya at skifta manning

Stril Mariner kemur fyri fyrstu ferð nakrantíð á Havnina tíðliga mikumorgun at skifta manning. Eisini kemur Stril Merkur á Havnina stutt eftir.

Stril Mariner kemur fyri fyrstu ferð nakrantíð á Havnina tíðliga mikumorgun at skifta manning. Eisini kemur Stril Merkur á Havnina stutt eftir.

2020-05-05 20:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um tvey av skipunum, sum Tor Shipping í Havn rekur vegna norska reiðaríið ”Simon Møkster Shipping”.

Skipini eru Stril Mariner og Stril Merkur og eru tilsamans 24 føroyingar við teimum báðum skipunum. Fullu manningarnar telja tó 48 mans.  Higartil hava hesi skipini brúkt norskar havnir at skifta manning og fáa ymsar tænastur. Men orsakað av koronasóttini kom broyting í fyri stuttum, og eitt av skipunum hjá reiðaríinum, Stril Merkur, kom fyri fyrstu ferð til Føroya at skifta manning.

Hesaferð sleppur eitt annað av skipunum hjá reiðaríinum, sum verður útgjørt í Føroyum, nú tað er skrásett í FAS-skipanini, til Føroya at skifta manning. Talan er um Stril Mariner, sum kemur á Havnina mikumorgun kl. 8.30. Bert hálvan annan tíma seinni, kl. 10, kemur Stril Merkur aftur á Havnina fyri at skifta manning.

Á skrivstovuni hjá Tor Shipping fegnast tey um, at tað hevur eydnast at fáa bæði skipini til Føroya. Og umborð á Stril Mariner er skiparin, Jógvan Vilhelm, ovurfegin at kunna leggja skipið at bryggju í Føroyum fyri fyrstu ferð.

(Oljan.fo fylgir teimum báðum skipunum og lesið samrøðu við skiparan á Stril Mariner á oljan.fo í morgin.)

placeholder