Uttanlands

Føroysk flutningsvinna á breddan í Reykjavík

Stóra ráðstevnan Arctic Circle er í Reykjavík í hesum døgum, og føroyingar eru væl umboðaðir.

2018-10-20 13:07 Author image
Jan Müller

Í gjár skipaði Arktiski Arbeiðsbólkurin á Fólkatingi, har Sjúrður Skaale er formaður, fyri tiltaki á Arctic Circle ráðstevnuni í Hørpuni í Reykjavík um, hvussu vit knýta arktisku økini saman, og hvussu vit knýta tey at restini av heiminum.

Esther Dahl, sum er ráðgevi hjá Reiðarafelagnum fyri handilsskip, legði fyri. Hon greiddi frá teimum møguleikum og avbjóðingum, sum henda vinnan hevur í Føroyum.

Síðani var tað Bogi P. Nielsen, sum er stjóri í Faroeship. Hann greiddi frá søguni hjá hansara felag, og hvussu nútíðin og framtíðin sær út sæð úr teirra sjónarhorni.

Hesar báðar framløgur vóru  sera positivar og bjartskygdar, og bæði róstu samstarvinum millum tað almenna og tað privata í royndunum at menna ta flutningsvinnu, sum er so púra avgerandi fyri føroyska búskapin.

Síðani greiddi stjórin í Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, frá um avbjóðingarnar við loftvegis ferðslu í Grønlandi, og um tað samstarv, sum er millum Grønland og Ísland á hesum øki.

Til endans greiddi nevndarformaðurin í Bakkafrosti, Rúni M. Hansen frá, hvussu hansara fyritøka brúkar teir flutningsmøguleikar, sum eru. Eisini hann hevði alt gott at bera teimum umstøðunum í Føroyum, sum gera, at føroyskur laksur kann fara úr Føroyum og út í øll heimsins herðashorn hvønn dag í vikuni.

At føroyskar fyritøkur – takkað verið álítandi og regluligum flutningsmøguleikum – kunnu kappast við fyritøkur í øllum heiminum, var nakað lurtarar løgdu merki til. M.a. segði ein kvinna, sum arbeiðir við at menna hetta økið í  norður Canada, at Føroyar vóru ein fyrimynd fyri tey.

Á myndini síggja vit Esther Dahl, Rúna Hansen, Jacob Nitter Sørensen og Boga P. Nielsen sita í panelinum, sum var eftir teirra framløgur, meðan Sjúrður Skaale stýrir orðaskiftinum. Magni Arge og Aleqa Hammond, sum eisini sita í Arktiska arbeiðsbólkinum, høvdu eisini orðið á vælvitjaða tiltakinum.