Innanlands

Føroysk vísindalig grein í German Yearbook of International Law

"Sharing is Caring: Transboundary Hydrocarbon Deposits" er heitið á vísindaligari grein, sum Bjørn Kunoy, adjungeraður professari á Setrinum, hevur skrivað í German Yearbook of International Law.

Bjørn Kunoy er dr.jur og adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum í altjóða lóg (Foto: Finnur Justinussen)

Bjørn Kunoy er dr.jur og adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum í altjóða lóg (Foto: Finnur Justinussen)

2021-02-25 15:18 Author image
Jan Müller

Greinin viðger altjóðarættarliga karmin, tá tað ræður um at troyta markumskarandi kolvetnisfund, sum eru fund, ið bróta eitt ella fleiri mørk og tí umskara løgdømi hjá tveimum ella fleiri londum.

Í greinini verða viðurskifti lýst, sum eru berandi fyri at allýsa slík markumskarandi kolvetnisfund.

Tá ið marknasáttmálar eru gjørdir millum lond, sum eisini hava ásetingar um markumskarandi kolvetnisfund, er hesin spurningur altíð heftur at ítøkiligu sáttmálaorðingunum um hetta.

Bjørn Kunoy ger eina útgreinandi samanbering í marknasáttmálum, sum eru gjørdir millum lond í øllum heimspørtum.

Niðurstøðan er, at londini hava so ymsan máta at orða slíkar sáttmálar, at tað kann ikki metast sum grundarlag undir altjóða siðvenjurætti.

Sostatt er tað fyrst av øllum galdandi sáttmálatekstur í altjóða havrættarsáttmálanum, umframt ávísir gerðarrættarúrskurðir, ið viga, tá marknasáttmálar ikki hava eina úttømandi allýsing av kolvetnisfundi.

Síðani verður útgreinað, hvør partur í einum trætumáli hevur próvbyrðuna, um eitt kolvetnisfund skamt frá einum marki umskarar hetta markið.

Hesin parturin er sera týdningarmikil, tá gerast skal av, um eitt land kann troyta eitt markumskarandi kolvetnisfund, og eingin semja er millum partarnar at samtroyta fundið.

Í summum førum loyva millumlanda sáttmálar øðrum partinum at troyta eitt markumskarandi fund, hóast eingin semja er um tað við hin partin ella partarnar. Í øðrum førum forða sáttmálar fyri tí ella seta ávísar treytir við, og slík sáttmálaviðurskifti fáa drúgva viðgerð í greinini.

Bjørn Kunoy rør fram undir, at í teimum førum, har eingin tvíliðaður sáttmáli er gjørdur landanna millum, ella møguligar orðingar í marknasáttmálum ikki viðgera hesi viðurskifti til fulnar ella annars eru ógreiðar, ber ikki til hjá einum landi at forða øðrum landi at troyta eitt markumskarandi kolvetnisfund.

Hinvegin, í slíkum førum loyvir altjóða lóg ikki einsíðis og uttan serlig fyrilit, at markumskarandi kolvetnisfund verða troytt.

Neyðugt er at fáa fáa serligan gerðarrætt ella dómstól at áseta mannagongd og mest loyvdu nøgd, ið eitt land kann troyta úr einum markumskarandi kolvetnisfundi, um so er, at partarnir ikki kunnu semjast um samtroyting.

German Yearbook of International Law er elsta og týdningarmesta týska tíðarritið um altjóða rætt og verður útgivið av Duncker og Humblot.

Les meira um ritstjórnina í German Yearbook of International Law her.

Yvirlit yvir seinastu útgávuna sæst her.