Innanlands

Føroyska basaltið upp til 61 milliónir ára gamalt

Basaltið hevur lagt seg omaná føroyska økið í einum tíðarskeiði upp á umleið 6 mió. ár vísir nýggj gransking.

2019-02-21 12:53 Author image
Jan Müller

Hvussu gamalt er basaltið, sum liggur sum eitt lag omaná tí mesta av føroysku undirgrundini. Hesin spurningur hevur verið nógv umrøddur millum jarðfrøðingar, ið hava arbeitt við føroysku jarðfrøðini seinastu umleið 15-20 árini.

Vit hoyra javnan basaltið umrøtt í sambandi við oljuleiting, tí hetta grótlagið ger tað torført hjá bæði jarðfrøðingum, jarðalisfrøðingum og oljuleitarum so sum seismikkserfrøðingum at síggja, hvat goymir seg undir basaltinum. Gransking í og kanningar av føroyska basaltinum er tí nakað, sum javnan er frammi í granskingarumhvørvinum, heima sum burturi og ikki minst nakað, sum hevur stóran áhuga hjá teimum, sum leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini.

Nú hava so jarðfrøðingar á Jarðfeingi fingið kunngjørt grein í vísindaliga tíðarritinum "Basin Research". Greinin  kom í hetta kenda tíðarritið 13. februar undir heitinum:  “Seismic-stratigraphic constraints on the age of the Faroe Islands Basalt Group, Faroe-Shetland region, Northeast Atlantic Ocean”.

Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, hevur skrivað greinina saman við Martyn Stoker, University of Adelaide, Lars Ole Boldreel, Københavns Universitet, Morten Sparre Andersen, GEUS og Óluvu R. Eidesgaard, Jarðfeingi.

Stutt kann sigast, at greinin viðger aldurin á basaltinum, ið hylur nærum alt tað føroyska økið. Hesin spurningur hevur verið nógv umrøddur millum jarðfrøðingar, ið hava arbeitt við føroysku jarðfrøðini seinastu umleið 15-20 árini, tá nýggjar kanningar vístu, at basaltið hevði lagt seg omaná føroyska økið í tíðarbilinum frá umleið 54,5 – 57 mió. árum síðani heldur enn í tíðarbilinum frá uml. 61 – 54,9 mió. árum síðani, sum kanningar áður hava víst.

Kanningar í hesi greinini eru gjørdar við støði í tulkingum av seismiskum dátum og boridátum, og niðurstøðan er, at basaltið hevur lagt seg omaná føroyska økið í einum tíðarskeiði upp á umleið 6 mió. ár. Niðurstøðan stuðlar tí upp undir fyrst ásetta tíðarbilið.

Fleiri upplýsingar um greinina kunnu fáast við at venda sær til Janu Ólavsdóttir, stendur at lesa á heimasíðuni jf.fo.

Ein enskur samandráttur av greinini sæst her, meðan hald krevst fyri at síggja alla greinina.